Meir fyri minnið 2017

So fari eg at renna heim aftur til Klaksvík.  Leygarmorgunin 20. mai fara vit av Vaglinum í Havn beina kós norður til Klaksvík og enda stuðulsrenningina á Sambýlinum á Heygum einaferð seinnapartin. Um tú vilt stuðla renningini kanst tú trýsta á … [Continue reading]

Dubai og hálvt marathon

So var eg aftur her - illa gongs hjá mær at levera ein status um vikuna, eg vil so gjarna, komi bara ikki til tað, men vónin er enn at tað kanska fer at gleppa.  Hetta er so fyrsta dagføring í februar, og heilt fitt er hent síðani seinast. Eitt nú … [Continue reading]

Mín søta tonn

Ætlaði so avgjørt at klára at hava ein status um vikuna, men longu nú svipsaði tað hjá mær. Her kemur so ein seinka dagføring. Januar takkar longu fyri seg, og hóast veðrið ikki hevur verið so gott, so hevur januar bara hilnast heilt væl til renning. … [Continue reading]

Eg kláraði ikki Rigmor

Tað er sunnudagur, vika 3 er at enda komin. Hendan vikan hevur havt ymist at bjóða uppá, Trumph er innsettur sum nýggjur forseti í USA, eg eri vorðin 51 ár,   guðsonurin Sørmundur Kalsø bleiv 25 ár, hann er aftur í ár á besta liðnum hjá KÍ, vónandi … [Continue reading]

Nú er gongd komin á

Nú er januar mánaði komin í helvt, og eg havi einki skrivað, sum eg so avgjørt hevði ætlanir um. Gott eg ikki gjørdi tað til eitt nýggjárslyfti, tí so hevði tað longu verið brotið. Eg havi av álvara tikið renningina uppaftur, tí fleiri spennandi … [Continue reading]

Gott nýggjár, og takk fyri 2016

Nakrar hugleiðingar nú 2016 er um at renna út. Tíðin gongur so skjótt verður ofta tikið til, og víðari verður sagt at jú eldri tú verður so tikist tíðin at ganga enn skjótari. Nei tíðin gongur hvørki skjótari ella seinni, enn hon altíð hevur … [Continue reading]

Deyðin fer í bindiklubb

Bert at skriva um renning kann vera eitt sindur óinteresant, havi ofta hugsa um at hugleiða um tær bøkurnar eg havi liggjandi á náttborðinum, og nú tá ið ein føroysk samtíðarkrimisøga kom í bókabúðirnar, og enntá skrivað av bygdamanni okkara … [Continue reading]

Berlin Marathon 2016, ein fín jólagáva.

Tíðin hon strýkur avstað, tað eru nú longu 10 dagar síðan sunnudagin 25. september, tá ið eg saman við fleiri rennivinum úr Klaksvík rann Berlin Marathon. Longu á jólum fingu eg og aðrir menn startnummar til Berlin Marathon 2016 í jólagávu. Konurnar … [Continue reading]

Hugsar tú um at blíva gamal

  … [Continue reading]

Takk fyri at tit stuðlaðu

Nú er ein tíð fráliðin síðani 77 km langa rennitúrin úr Klaksvík til Havnar. Túrurin var harður, men onga løtu á túrinum hugsaði eg tankan at gevast. Vikuna aftaná hevði eg ilt í øllum kroppinum, eg royndi at renna ein stuttan túr hósdagin, men valdi … [Continue reading]