Runt Agnið 2011

Í gjár var runnið runt Agnið, sum er fyrsta umfar í vetrarkappingini 2011/12.Hesa kapping havi eg mangan verið við til. Sum støðan hjá mær er í løtuni so var ikki hugsingur um at luttaka.

Eg var við sum hjálparfólk hesaferð. Eg tók myndir og hjálpti til at handa heiðursmerkir. Marnar Djurhuus var greiður vinnari hjá monnum. Luttøkan var avbera góð, yvir 70 luttakarar.

Vónandi gongur tað ikki leingi inntil eg kann fáa rættan heilivág, so eg aftur sleppi í renniskógvarnir.

 

Ein stuttan túr út í Grøv

Nú er nakað síðani eg havi runnið, og orsøkin til tað er at eg havi trupuleikar við stoffskiftinum. Tað er for høgt.

Illgrunin til at okkurt ikki ruggaði rætt við mær var tá eg mátti gavst á hálvari leið til Tórshavn Marathon. Eg fekk tað ikki at passa, eg burdi verið í topform. Onkur helt tað kanska var ovurvenjing. Stutt eftir Tórshavn Marathon fóru vit til Gran Canaria, her kundi eg hvíla meg hugsaði eg, men kroppurin kendist troyttur, var eymur í musklum alla tíðina.

Afturkomin valdi eg at fara til lækna og lata meg kannað. Tá ið úrslit kom vísti tað seg at eg hevði ov høgt stoffskifti, og hetta passaði júst til tey symptomini eg havi havt, so uppá eina máta var tað gott at fáa staðfest hvat feilti mær, tí tað skal eingin loyna vera at eg hugsi tað sum verri var.

Eg havi nú verið til nakrar fleiri blóðroyndir og eisini havi eg verið til ein skanning í Havn, fyri at staðfesta júst hvat fyri slag av høgum stoffskifti tað er. Úrslitini av hesum kanningum fái eg í komandi viku, ikki fyrr enn tá kann eg fáa heilivágin, sum vónandi kann hjálpa mær.

Aftur til túrin í dag – eg má bara staðfesta at eg ikki eri førur fyri at renna optimalt sum støðan er í løtuni.

Heilsukanning á apotekinum

Í dag havi eg verið til eina heilsukanning, sum apotekið her í býnum skipar fyri. Eg var sama við systir mínar Jórun í dag. Eg sigi við hana at eg ælti mær oman á apoteki at keypa mær Kraauterblut, nú mítt blóðprocent er for lágt.

Tá spyr hon hví eg ikki fari til hasa kanningina, sum apoteki skipar fyri. At tey bjóða kundunum slíka kanning var púra ókent fyri meg, so hetta var avgjørt nakað eg hevði hug at royna.

Tá eg so fari á apoteki fyri at keypa Krauterblute spyrji eg um eg kann sleppa til hesa heilsukanning, og tað ber ikki betur á enn at eg sleppi framat beinanvegin.

Eg fekk mált blóðtrýst, blóðsukur, kolestrol og BMI var eisini útroknað. Øll tøl vóru innanfyri tað normala. Út frá úrslitinum í dag, so verður standurin hjá mær um 10 ár, um mín lívsstílur er tann sami sum í dag, bert 3% verri.

Hetta vóru góð tíðindi fyri meg. Týsdagin fari eg so til lækna til eitt heildar check. Vónandi verða hesi tøl eins góð sum í dag. Hesi tøl verða nokk ikki klár so skjótt sum í dag.

Stígur komin í renningina

Nú er nakað síðani eg havi skrivað. Eg skal viðganga at standurin, hvat í renning víðvíkur, hjá mær síðani Tórshavn Marathon ikki hevur verið serliga góður. Eg var rættuliga skuffaður beint eftir renningina, og eisini havi eg følt meg rættuliga troyttan seinastu tíðina. Eg havi næstan einki runnið síðani.

Annars so havi eg runnið ógvuliga nógv í ár, fram til Tórshavn Marathon hevði eg runnið hvønn tann einasta dag. Tað var eitt mál eg setti mær einaferð í vár, at eg skulu renna hvønn tann einasta dag í 2011. Hetta mál komi eg tíverri ikki at gjøgnumføra. Í løtuni føli eg meg útbrendan.

Tvær vikur undan Tórshavn Marathon ringdi blóðbankin á Kl. Sjúkrahúsið til mín, og segði mær at mitt blóðprocent var ov lágt, og tað var ivasamt um eg kundi halda á fram at vera blóðgevi. Eg var til eina kanning, havi tó ikki fingið úrsliti at vita enn.

Eg gav mær ikki so nógv far um hetta við blóðprocentinum, men nú aftaná, so er tað eyðsæð at hetta er júst orsøkin til tað, sum hendi í Havn. Eisini hendan troyttheitin eg føli.

At mítt blóðprocent er ov lágt, kemur nokk ikki av ongum, í komandi viku ætli eg mær at fáa kannað hetta nærri.

Upp aftur á hestin

Nú eru so nakrir dagar gingnir síðani Tórshavn Marathon. Eg skal viðganga eg havi verið eitt sindur ávirkaður av tí, sum hendi fyri meg sunnudagin. Nú nakað av tíð er fráliðin, haldi eg at eg eri komin yvir tað, og til reiðar at stíga uppá hestin.

Sum flest øllum kunnugt so noyddist eg at gevast tá eg var komin hálva leið. Longu tá ið eg hevði runnið umleið 6 km fekk eg livurhøgg, nakað, sum eg ongantið áður til nakra kapping havi fingið. Tá ið hetta hendi lá eg fremstur saman við Hallur og Eiriki, vinnarinum frá í fjør. Eg royndi at hanga í teimum, men eg mátti sleppa. Einasti máti at sleppa av við livurhøgg er at seta ferðina niður, tað gjørdi eg so, og tað bleiv eisini fregari, men heilt burtur fór tað ongantíð. Við 10 km merki, sum er við Mannbrekku, fekk eg vatn og eina salttablet frá Jórun. Jórun fylgdi mær allan túrin. Hetta tyktist at hjálpa, men eg var ikki komin meira enn reiðiliga forbí rundkoyringina í Hoyvík, so var aftur galið. Eg royndi at halda ferðini uppi, og vónaði tað skuldi gerast betur, men tíverri. Í brekkuni oman til Hvítanes, royndi eg at seta ferð á, men so tók pínan til, so eg fekk onga hjálp frá undanbrekkunum.

Nú longdist eg bert eftir at koma til vendipunkti hjá teimum sum runnið ½ marathon, har var eitt vatndepot. Eg havi avtala við Jórun at hon skuldi vera har. Beint áðrenn bleiv eg innheintaður av einum útlendingi, eftir blusuni at døma, hon var appilsingul, kundi hann verið hollendari. Eg merki hann koma nærri, hevði hugt afturum nakrar ferðir, at hyggja afturum er eitt veikheitstekin, tað kemur ikki fyri at eg til kappingar hyggi afturum. Tá ið hann so kemur upp til mín spyrji eg, fyrst á føroyskum, um hann skal renna ½ ella heilt, hetta skilir hann ikki, so royni eg aftur á enskum. Eg metti hann at renna ½, men hann skuldi renna heilt. Shit, hugsaði eg. At síggja til hevði hann nógv yvirskot. At vera yvirhálaður er ræðuligt, serliga tá ið tú hevur runnið einsamallur í 8 km.

Longu her byrjaði eg at fáa eina keðiliga kenslu, tí eg visti at eg fór ikki at klára at fáa hann aftur. Tá ið eg var komin til 18 km, hevði eg bestan hugin at gevast. Men eg pindi meg at renna til avkoyringina til Kaldbak, har var eitt vatndepot. Har skuldi eg fáa mína fystu tupu av energi. Eg velja at stegði har fyri eg geva mær góðar sundir at drekka ríkiligt av vatni og energi gel, og eg haldi so á fram. Men bert einar 500 metur seinni, taki eg tað tungu avgerð at gevast.

Meðan eg soleiðis siti á bilvejuni við vegin, kemur Petur Lamhauge sum tann fyrsti framvið, eg heilsi, og ynskji hon góða eydnu, so gongur ein løta og Jóhan Havn kemur framvið, hann heppar meg at halda á fram,biður meg trýsta á har pínan er tað hjálpur sigur hann, eg gerið eina síðstu roynd, men har er einki at gera. Neistin var slóknaður, kroppurin vildi ikki meira.

 

Vandi við Treysti

Nú nærkast sunnudagurin. Ikki frítt man er við at fáa summarfuglar í búkin. Eg eri ógvuliga spentur. Eg var ein túr í Kaldbak í gjár fyri líka sum at kanna rutuna eitt sindur. Tá ið man hevur vent í Kaldbak eru góður 17 km eftir á mál.

Annars havi eg tikið tað ógvuliga róligt hesa vikuna. Eg havi tó runnið hvønn dag, men ferðin hevur verið sera lág. Eg royni at fáa meg totalt úthvíldan til sunnudagin. Í dag bleiv tað bert til upphiting saman við Treysti. Tey skuldu annars renna intervallir í kvøld.

Her er eitt vidoeklipp frá venjingin í kvøld.

YouTube Preview Image

 

Rann undan vindinum

Í morgun ætlaði eg mær at renna einar 15 km í róligum tempo. Eg var tíðliga á fótum og kundi staðfesta at veðrið var ikki av tí besta. Nógvur høgættarvindur, men einki regn. Eg hevði ongan hug at fara út at stríðast við vindin. Stórsti mótstandari tú kanst hugsa tær er vindur.

Eg gjørdi ikki mætari enn fekk Jórun systi at koyra meg norður í Haraldssund, so ístaðinfyri at renna ímóti vindinum so rann eg undanvindinum.

YouTube Preview Image

Sum sagt so var meiningin at renna einar 15 km í morgun, men nú eg valdi at fara úr Haraldsundi inn til Klaksvíkar visti eg at tað bert eru uml. 9 km, so fyri at leingja teinin rann eg oman í Norðhavnina, oman á Oljukajina, runt Kósavirkið og eg rann eisini norður í Egningarskúrarnir. Tá eg kom heim á FAST var eg komin uppá góðar 10 km, hetta merkti so, at eg mátti renna minst eina rundi úti á Norðborg fyri at koma uppá teir 15 km. Men eg føldi meg ógvuliga troyttan ídag, so tá eg kom til Føroya Bjór var útselt. 11 km og eg valdi at steðga. Eg fór inn á gólvi hjá abba mínum, drakk 2 gløs av vatni og fekk mær eitt hugnaligt prát við abban.

Hann spurdi hvat tramin rennur tú so nógv til. Tað kann blíva for nógv av tí góða, helt hann fyri. Hann heldur lítið um nógvu renningina hjá mær.

Vánaligt veður

Hóast stak vánaligt veður so vóru vit nøkur treyst, sum einki løgdu í veðrið, møtt til leygardagsrenningina “Renn fyri heilsuni”. Vit vóru nokk eini 30 í tali, og í dag endaðu vit í FAST, har vit fingu frukt og vatn.

Nú bert ein vika er eftir til Tórshavn Marathon, er bert at vóna at líkindini verða betur enn í dag. Men eg eri positivur, og velji at trúgva uppá tað góða veðrið, sum verður komandi vikuskifti.

Eg fekk góðar 6 km uppá loggi ídag. Í morgin verður tað tann síðsti hálvlangi túrurin, kanska einar 15 km, so verður tað bara stuttir túrar fram til komandi sunnudag. Annars havi eg hesa vikuna runnið 2 super túrar út á Núp.

 

Ein fínan túr út á Núp

Seinastu dagarnar hevur veðrið ikki verið serliga gott, tað hevur bara regna. Bæði mánadagin og í gjár endaði eg á bandinum, tí eg troystaði mær ikki út. Í morgun tá ið eg vaknaði sá heldur einki út, men tað bleiv betur sum dagurin leið.

Eg var til arbeiðis í Havn í dag, kom aftur kl. gott sjey, og enn var frálíkt renniveður, so eg gjørdi skjótt av. Í renniklæðir, so ein túr út á Núp. Tað gjørdist ein frálíkur túrur, við góðari ferð. Serliga glaður var eg fyri túrin heimaftur har eg setti á niðan eftir ringvegnum, eg hugsaði um allar brekkurnar eg skal í gjøgnum um 10 dagar tá eg skal luttaka í Tórshavn Marathon. Hendan brekkan hevur mangan følst tung, men í dag var tað eitt spæl at leggja hana afturum.

Ein fín venjing í dag.

YouTube Preview Image

Niðurteljingin byrja

Ja so er niðurteljingin byrja til Tórshavn Marathon. Nú eru minni enn 2 vikur eftir.

Í síðstu viku royndi eg at fylgja ráðunum frá Gutta. Mikudagin rann eg 10 ferðir 1 km við 3:50 tempo, pausa ca. 1:50. Hetta føldist ikki for hart, og sunnudagin rann eg 21 km harav 13,5 við 4:10 tempo, harafturímóti føldist tað nokkso hart.

Hesa vikuna fari eg stórt sæð at taka tað róligt, onkran hálvlangan túr, annars einki gart. Eg royni at ganga høgt uppí kostin, men tað er ikki lætt. Mín søta tonn er øgilig.