New York Marathon 2017

Tá ið tú rennur New York marathon so skal tú renna yvir 5 brúgvar og í gjøgnum 5 býarpartar. Men Brooklyn bridge er ikki ein av brúgvinum, hana gingu við yvirum týsdagin.

Fyri sløkum ári síðani syrgdi primus motur Ruth Johannesen fyri at vit fingu startnummur til New York marathon 2017. Tað vísir seg at tað Ruth stingur út í kort verður góðtikið uttan stórvegis hóvastak. Gott at vit hava Ruth til at draga stóra lessi.

Nú flestu eru farin til guðstænastu her í grannalagnum havi eg sett meg við telduna fyri at hugaleiða eitt sindur um okkara vitja her í USA, sum byrjaði við at vit runnið New York marathon seinasta sunnudag.

Umvegis Keflavík lendu vit í JFK floghavnini í New York seint fríggjadagin, og stórvegis annað enn at koma á hotelli hendi ikki hendan dagin. Tíðliga leygarmorgunin gekk leiðin á messuna, at heinta startnummar. Øll fingu sær eitt vikukort til The Subway, sum vit hava havt stóra gleði av meðan vit vóru í New York. Um kvøldi fóru fleiri av okkum til pastaparty í Central Park, seinasta máltíðin áðrenn stóra slagi.

Tíðarmunurin uppá 5 tímar hevur gjørt tað at vit eru vaknaði sera tíðliga hvønn morgun meðan vit hava verið her, og tað hevur verið super, eftir sum vit tískil hava útnytta dagarnar fult út. Sunnumorgun vórðu vit longu avheintaði á hotellinum kl. 5:35, veðrið var gott, men sera sera kalt. Men hetta vóru vit fyrireikaði uppá so vit vóru væl ílatin. Ti vit bíðaðu í einar 2 tímar úti á Staten Islands til skoti var til start.

Eg hevði startnummar 3825 og skuldi eg starta í fyrstu grønu bylgjuni kl. 9:50. Mín stórsta avbjóðing tá ið man fer inn í startøki er neyðin at sleppa av við vatni. Tað vísir seg sum um  man vil pissa allatíðina. Hálvan tíma áðrenn startin verður man sleptur út á Verrazzano brúgvina har eingi toilettir eru, og tá verður eisini sagt at um man pissar á brúnni og verður uppdagaður kann man blíva kolldømdur. Men tá ið man skal so skal man, so eg breyt reglurnar, eg trokaði meg út til síðina, hugdum um onkur vaktur var har, so lat eg vatni falla. Fleiri við mær gjørdi tað sama.

Klokkan 9:50, aftaná eina stutta talu frá formanninum í New York Road runners og amerikanska tjóðsangin, var fyrsta bylgja skotin í gongd, við Frank Sinatra, syngjandi kenda sangin New York, New York. Leiðin gekk vegis fyrstu brúnna Verrazzano brigde gjøgnum gøturnar í New York. Stemningurin var fantasktiskur at kalla allan vegin. Burtursæð frá brúgvinum og býarpartinum Williamsbourgh var rómurin frá áskoðarum fantaskiskur. Í Williamsbourgh búgva fyri tað mesta ortodoksir jødar, og teirra religión loyvir ikki at útvísa begeistring, tískil var tað ógvuliga friðarligt í hesum býarparti.

Eg føldi meg serstakliga væl heilt fram til 30 km og hetta undraðist eg satt at siga yvir, eg legði hart út, og tað føldist ikki so hart, eg valdi ikki at seta ferðina niður eftisum eg hevði eina vón um at eg kanska fór at halda, mín ½ marathon tíð var so 1:27:31. Men tíverri so skuldi ikki verða, trøðini vaksa ikki inn í himmalin, tá ið eg kom á Willisbridge, føldi eg fyrstu ferð rættuliga møði, sera tungt at koma tvørtur um, yvirhálaður av fleiri, eisini kvinnum. Eg mannaði meg tó upp, men hvatr var einki at gera, eg mátti, broyta mína ætlan og góðtakað at tað var ikki á hesum sinni eg komi undir 3 tímar, mítt loyniliga mál. Nú ráddi bara um at klára mítt officiella mál um at koma undir 3 tímar og 5 minuttir.

Á so at siga øllum vatnpostum fekk eg mær at drekka, og longu við ½ marathon valdi eg eisini at taka energi drinks, og tá ið bananir komu á banan við 35 km valdi eg eisini at taka av tí tilboðnum.

Gott nokk havi eg runnið í New York í 2010 og veit eg at tað er ein tung ruta, men faktiskt er hon nógv tyngri enn eg havi givið mær far um. 4 av brúgvinum eru tungar at koma tvørtur um, eisini er fitt av mótbrekku, og endin er ikki akkurát eitt uppløb har til ber at seta ferðina upp.

Eg megnaði at halda ferðini so nøkurlunda, fekk enntá sett ferðina eitt sindur upp seinastu 2 km, soleiðis at tá eg eg kom um málstrikuna segði urið hjá mær 3 tímar 4 minuttir og 09 sek. Eg var í knúsi, er ikki ov nógv sagt, men eg náddi setningin, so eg eri avbera væl nøgdur. Við eitt sindur fleiri kilometrum í beinunum hevði eg kanska megna mítt loyniliga mál, men tað fáa vit so ikki svar uppá á hesum sinnið.

Vit hava so dagarnar aftaná marathon renningina reika runt í New York, sæð ymisk kend støð, eti ósunnan amewrikanska mat og sum eg nevndi fyrr var íløgan í vikukorti til The Subway ein góð íløga, sum vit øll gjørdi dugliga brúk av.

Fríggjadagin gekk leiðin til Washington, her hava vit sæð fleiri kend støð, har í millum hvítu húsini.

Ein væleydna marathon feria er komin at enda, vit sita nú í bussi á veg til internationala flogvøllin í Washington.

Speak Your Mind

*