Japan og Tokyo Marathon 2019

Fyri at kalla seg “Six Major’s finisher” so er neyðugt at fáa lagt Tokyo Marathon undir sínar føtur, og tá ið hetta er eitt av mínum málum so varð avgjørt longu í mars mánað í 2018 at vit skuldu til Tokyo at renna marathon í mars 2019. Tað er trupult at fáa startnummar til Tokyo Marathon tí mátti meldast til í góðari tíð.

Hópurin hjá okkum, sum hevði valt at melda seg til hesa marathon renning taldi 7 pør, men tíverri so mátti eina pari bert fáar dagar áðrenn fráferð, melda avboð.

Tá ið tað var melda til so langt frammanundan, hevði eg líkasum hug at útskjóta seriøsa venjing. Eg hugsaði eg havi góða tíð, men tíðini líkt so gongur hon skjótt og áðrenn eg vistu av, so var næstan ov seint at fáa gongd á venjingini. Ofta verður tikið til at tað skal vera pláss fyri einari punktering, altso ein skaði kann gott stinga seg upp, og so var eisini hjá mær.

Eg byrjaði mína marathon venjing í oktober. Frá at hava runnið lítið mánaðarnar frammanundan so økti eg venjingina til heilar 350 km í oktober, og mín sann um eg ikki punkteraði, fyrst í november mánað fekk eg skinnabeinsbruna, og hetta gjørdi at eg ikki rættuliga fekk gongd aftur á vengjingina fyrr enn í desember. Og mítt sera amitiøsa mál um at koma undir 3 tímar var nú veruliga í vanda.

Eg fekk tó vant væl, og kom yvir skaðan, og faktiskt hevði eg góðar vónir um at eg fór at klára at koma undir 3 tímar.

Vit fóru úr Danmark seinnapartin mikudagin 27. febuar, og lendu í Tokyo 11 tímar seinni, og tá ið klokkan skuldu flytast fram 8 tímar var tað longu blivi hósdagur, og ein heilur dagur lag fyri framman. Eg fekk ikki sovi nógv í flogfarinum, sum annars ein skilamaðurí Havn, sum hevði roynt Tokyo Marathon, legði mær eina við, at tað var gott at fáa nakrar tímar í flogfarinum fyri ikki at vera so troyttur tá ið vit komu til Japan.

Um túrin sum heild kann eg siga at hann var eitt satt upplivilse, og heilt sikkurt kunnu vit millum annað takka okkara ein super góða ferðaleiðara Ethan fyri tað. Hann er upprunaliga amerikanari, men flutt sum smádrongur til Danmark, er giftur japnaskari kvinnu og tosar japanskt flótandi. Hann segði okkum at hann hevði verið trummusláari í Danmarks Radio Big Band í heili 27 ár, og hevði í sínum ungu árum verið í Føroyum og spælt jazztónleik. Stuttligt at hoyra hann siga frá um Japan, eisini eitt fornoyilse at vitja ymisk japansk matstøð, hann hevði valt út. Vit veruliga upplivdu Japan saman við einum Japan kennara.

Vit høvdu nakrar dagar at fáa døgnrytmuna uppá pláss, so tá ið sunnudagurin kom vóru vit mentalt til reiðar at leggja gøturnar í Tokyo, heimsins stórsta býi, undir okkara føtur. Men veðurguðarnir vóru ikki á okkara síðu, so tá ið vit koyrdu til startin, og meðan vit bíðaðu at vera sett í gongd, regnaði tað illa og tað var nokkso kalt, einar 6 gradir. Ikki júst bestu umstøður at renna eina góða tíð.

Eg og Henry Olsen skuldu starta saman, so vit fylgdust til startin, tá ið eg hevði ynskt honum góðan túr og startskoti var lati, sá eg ikki í halaferðina á Henry, og hann kláraði eisini at renna eina fína tíð, so mikið góða at hansara six major í snit er undir 3 tímar, tað er sera flott. Hjá mær gekk fínt, helt eg, inntil eg legði til merkis at mítt ur slettis ikki gav mær røtt data at renna eftir. Tá ið eg kom í mál hevði eg sambært urinum runnið 44 km. Eg skuldi heldur havt sligi autolap frá og hildi meg til km skeltini. Hetta er so eina áminning til næstu ferð. Mítt garmin toldi nokk ikki øll háhúsini og øll fólkini.

Men hóast alt so eri eg sera væl nøgdur við mítt avrik, eg rann nokkso stabilt, burtursæð frá teimum seinastu 5 km, tá ið eg nokk innsá at tað ikki fór at eydnast mær at røkka málinum eg hevði sett mær. Eg kom í mál við tíðini 3 tímar 4 minuttir og 37 sekund (3:04:37) og eg eri nøgdur.

Tað regnaði illa tá ið vit komu í mál, og vegurin eftir posanum við skiftuklæðum, vit høvdu lati inn, var ein sonn marra, sera kalt og langt at ganga. Tíbetur so fann eg ein ovurfegna Henry við sínari six star medalju, vit fylgdust til stóra høll har vit fingu okkara skiftuklæðir. Vit høvdu á orði hvussu stóran týdning veðrið hevur, um tað hevði verið sól og einki regn so hevði tað verið eitt spæl at ganga eftir klæðunum. Eg fari tó ikki so langt at siga at eg hevði komi undir 3 timar um veðrið hevði verið betur, men kanska hevði eg runnið 1 minutt betur. Mín venjingarstøða var ikki

Nú er so Tokyo Marathon avgreitt, og manglar mær bert fyri at eg kann kallað meg Six Star Finisher. Um lív og heilsa vil tað, so renna vit Chicago Marathon 13. oktober og ætlandi so renna vit Boston Marathon í 2020.

Restina av túrinum í Japan vóru vit vanligit turistar og undir kønari leiðslu av Ethan, vitjaðu vit gamla høvuðsstaðin Kyoto við sínum túsundtals templum, vit sóu eisini Hiroshima, har sóu vit einastu veitveittu húsatoftini eftir atombumuna, og vit vitjaðu eisini eina heilaga oyggj.

Vit høvdu ein fínan túr í Japan og Tokyo marathon var bara heilt ok, rutan er fløt og góð, men veðrið má sær sjálvum ráða.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.