Dubai og hálvt marathon

So var eg aftur her – illa gongs hjá mær at levera ein status um vikuna, eg vil so gjarna, komi bara ikki til tað, men vónin er enn at tað kanska fer at gleppa.  Hetta er so fyrsta dagføring í februar, og heilt fitt er hent síðani seinast. Eitt nú hava eg og Vera saman við góðum vinum vitja Dubai, og runnið vit eitt ½ marathon meðan vit vóru har. Stóra takk til Petur og Jónu fyri fantastiskt gestablídni.

Skíðferian í ár hildin í Dubai

Seinasta ár um hesa tiðina var eg í fronsku alpunum og stóð á skíð, meðan Vera var saman við rennivikunum Ruth og Monu í Dubai. Tær vitjaðu Klaksvíksdamuna Jónu Hammer, og runnið tær eitt ½ marathon meðan tær vóru har. Tær vildu avstað aftur í ár, og hesa ferð skuldu mennirnir sleppa við. Umframt at vitja Jónu og Petur Hammer, so skuldu vit eisini renna sama ½ marathon tær runnið í fjør.

Eg havi ikki verið so raskur at vant síðani Berlin Marathon, tað er bert vorðið til fáa kilometrar um vikuna, men tá ið vetrarkappingin byrjaði 5. nov. við Runt Agnið meldaði eg meg til við tí fyri eyga at fáa gongd aftur á venjingina. Runt Agnið gekk fínt, jólini kostaði eitt sindur, men eg fekk eina fína tíð til nýggjárshálvmarahon, í Sørvági gekk eisini ok, hóast eg her mátti sláa meg til tols við at síggja í baki á Rigmor.

Fekk veruliga gongd á venjingina í Januar, legði góðar 200 km afturum, og hugurin hevur síðani bara verið góður.

So upprann dagurin at leiðin gekk til Dubai. Nógv havi eg hoyrt um hendan stað, um hvussu flott og stórt alt er har, og tað fekk eg sanniliga eisini at síggja. Sjeikarnir allir royna bara at yvirganga hvønn annan. Teir elska at kopiera, og ikki bara kopiera, men teir scalera við faktor 5 til 10. Heimsins hægsti bygningur, Burj Kahlifa er í Dubai. Hann er 827 metrar høgur. Søgur ganga at arbeitt verður við at gera ein bygning, ella kanska heldur eitt monument. sum skal vera 1 km til hæddar.

Heldur enn listarsøvn, so hava tey í Dubai shoppingcentir í hópatal, so tit kunnu ælta hvussu dámirnar hóreiggja sær eina slíka ferð. Í tí eina shoppingcentrinum – Dubai Mall, tað stórsta í heiminum, er eitt risastórt akvarium við tilhoyrandi djóragarði, tað var fantastiskt at síggja. Eg havi tikið hópin av myndum, sum eg hugsaði at geva Elsebeth Mercedis til íblástur til okkara nýggja akvarium vit skulu hava her í Klaksvík.

Í Mall of the Emirates var ein innandura skíðbreyt, sum vit royndi. Hetta kann sjálvandi ikki mála seg við at standa á skíð í alpunum, men eg kann so siga at skíðferian í ár varð hildin í Dubai.

Fyrireikingin í Dubai

Hesa ársins tíð er tað ikki so heitt í Dubai, tað er vetur eins og heima hjá okkum. Vetur har merkir 15 gradir um náttina, og 25 gradir um dagin, so tað er ikki so heilt galið.  Vit komu til Dubai fríggjakvøldi 3. feburar, og skuldu ikki renna fyrr enn lítla viku seinni fríggjamorgun kl. 7. So vit høvdu góða tíð at fyrireika okkum, og tilpassa okkum umstøðurnar. Leygardagin var eingin renning, men sunnudagin bleiv tað til 20 km, her fekk eg ein forsmakk uppá hvat eg kundi vænta mær fríggjadagin. Eg fekk mót uppá at koma undir 1 tíma og 30 minuttir, og havandi í huga at rutan vit skuldu renna var púra fløt, so var tað avgjørt møguligt. Eg keypti nýggjar DS Racer til kappingina, sum eg tíbetur fekk roynt áðrenn.

Race Day – RAK Half Marathon

Hóskvøldi varð farið tíðliga til songar, vit skuldu upp longu kl. 03:30, tí vit skuldu koyra kl. 04:45 fyri at vera í Ras Al Khaimah kl. 6. Renningin byrjaði kl. 7. Men illa gekst hjá mær at fáa blund í eyguni. Eg hevði eina ringa nátt, føldi meg sera sjúkan, serliga var tað pína í bringuni, byrjaði at hugsa um eg kanska hevði eti okkurt óreint, sum hevði við sær hesa pinu. Tá ið klokkan var 03:30, og tíð var at fara upp, hevði eg sovið í 1 tíma. Ikki júst besta byrja uppá kappingardagin. Eg mannaði meg upp, tók 2 panodil afturvið nógvum vatni. Vera og hini hildu at eg ikki nýttist at koma við, um eg føldi meg so illa. Nei ikki uppá vilkor, nú var eg komin hesa longu leið har eitt av málinum var at renna ½ marathon, so skuldi tað eisini gjøgnumførast kosta hvat kosta vil.

Klokkan 4:45 varð fari avstað, Jóna, saman við Monu, Ruth og Veru í einum bili, Jón, Kristmar og eg í hinum bilinum tey hava. Hóast hitin var 17 gradir so føldi eg meg kaldan og ikki í topform. Koyritúrurin til Ras Al Khaimah, har vit skuldu renna tók góðan tíma. RAK Half marathon er nokkso populært, tí rutan er serliga fløt og pengavirðislønir eru til 10 tey fyrstu. So elitan møtir upp, og í ár skuldi gerast heilt serstakt, tí skjótasta kvinnan setti nýtt heimsmet. Heimsmeti hjá monnum var tikið her í februar 2007, tað bleiv tað ikki til í ár, men tað komu 4 menn undir 1 tíma. Heimsmeti hjá kvinnum er í dag 1:05:06 (2017) og hjá monnum 58:23 (2010).

Tá ið vit nærkast Ras Al Khaimah, tikist sum støðan hjá mær er vorðin betur, og eg gerist í betri lag, um tað er virknaðurin av panodilunum, sum nú er í hæddina skal eg ikki siga, men eg fekk móti aftur. Vit parkera bilarnar, og ganga mótvegis startøkinum. Dámirnar hava á orði at tað er munandi heitari enn seinasta ár, tær søgdu at tær frystu meðan tær bíðaðu at sleppa í gongd.

Altíð tá ið starturin nærkast, gera ymiskar kropsmeknismur vart við seg. Gangandi framvið einari moské á veg til startin, síggi eg langa kø, og kann roknað út at tað er ikki bara hjá mær hesar mekanismur ella kanska rættari trongdir gera seg galdandi. Eg smekki meg í køini, komi at standa aftanfyri ein Indara, sum skal renna fyri fyrstu ferð.  Eg standi ikki longi í kø, tað gongur skjótt fyri eg, so er tað mín túrur at sleppa inn á WC í hesari mosku. Eingin pissirenna, tað er jú ikki loyvi at vísa teir virðismiklu likamslutirnir í hesum parti av heiminum. Í rúminum eru eini 20 WC’ið klivar, og so verður tann innasti tøkur, og vakturin gevur tekin um at nú er tað mín túrur. Komin inn geri eg sum eg altíð geri, kanni um nakað pappír er á rulluni. Men hvat ólukkan, har er eingin rulla yvirhøvur, eg velji at fara útaftur og møguliga inn í ein annan kliva fyri at kannað, men har er upptikið allastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Gott nokk sá eg, at menn vaskaðu sær ósedvanliga væl aftaná teirra vitjan á bukkuni, puha eg gjørdi mær mínar tankar, og fór innaftur á WC. Við síðuna av kummuni, sum annars var meinlík teimum vit kenna heimanífrá, hekk ein brúsa. Tað sum eg nú gjørdi havi eg ongantíð gjørt áður, eg sigi bara gott at vatni var lunkað. Tíbetur var sápa í dunkinum tá eg skuldi vaska hendur.

Bíðitíðin til startin tyktist ikki so long, veðrið var gott og ljósi hevði nú vunnið á myrkrinum. Lagi var gott, fólk vóru spent at sleppa í gongd. Okkara startur skuldi verða kl. 07:05, so vit høvdu ikki fingið startnummur so frammalaga. Eg royndi tó at troka meg so langt fram eg kundi. Tað var eitt sindur trongligt teir fyrstu 300-400 metrarnar, men so bleiv rúmligari at renna. Tað vóru 2500 rennarar so tað kann ikki sammetast við tær heilt stóru marathon kappingarnar. Mín fyrsta km, avgreiddi eg uppá 4:11 so tað var bara heilt ok. Eg føldi beinanvegin at hetta fór at vera gott, og kenslan av bara at yvirhála, og stórt sæð ongantíð sjálvur at blíva yvirhálaður var super.

Mín stutta viðmerking er at hetta er so avgjørt besta hálvmarathon ruta eg nakrantíð havi runnið, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða. Eitt fantastiskt ½ marathon við tíðini 1.28.09, 4 minuttir og 13 sekund skjótari enn mín tíð til nýggjárshálvmarathon. Niðanfyri síggja tit hvussu eg rann og kort yvir rutuna.

Speak Your Mind

*