Hugsar tú um at blíva gamal

 

Enn á somu bylgjulongd

IMG_4721Í dag havi eg havt vitjan av mínum góða vini Anders Bøgesvang.  Jú sum eftirnavi ber boð um, so er Anders sonur navnframa og fólkakæra prestin Henning Bøgesvang. Anders búleikast til dagligt í Haugesund í Norra har hann nú virkar sum lækni í egnari klinik.

Okkara vinarlag røkkur langt aftur, heilt aftur í studenta tíðina við Gøtugjógv, og enn sum áður so eru vit skjótt á somu bylgjulongd sum tá. Vit hava nógv at tosa um, so ein seinnapartur gongur skjótt.

Eftir eitt sindur av yvirflatiskum práti og fjasi, vit skulu líka dagføra hvønn annan og skrúva eitt sindur uppá frekvensin, so gjørdist práti eitt sindur meira djúpt.

Vit eru samdir um at vit ikki eru heilt ungir longur, onkur vildi kanska sagt at vit eru miðaldrandi menn. Vit tosa um framtíðina, um hvussu vit best útnytta tíðina, og minnast at søkja tað góða og stuttliga lívið. Tað eru løtir í lívinum, tá ið tað ikki er so stuttligt, tá ræður um at duga og ikki minst tora at leita har tað er stuttligt og gott. Lívið er alt ov stutt til at hava tað keðiligt.

Løtan vit báðir høvdu saman í góðveðrinum í dag var góð, og til tíðir stuttlig. Eg fekk eisini at vita, at í øll hesi 15 árini Anders hevur búð í Norra, hava vit ongantíð verið á vitjan, hóast óteljandi innbjóðingar, so nú helt hann tað var tíð uppá at vit gjørdi eitt rend yvir til Norra.

Tað er altíð okkurt at gleðast um

Ein glaður Magnus til heilsurenning leygardagin

Ein glaður Magnus til heilsurenning leygardagin

Fríggjakvøldi skrivaði eg nakrar hugleiðingar, um tað at hava evni at hugleiða (reflektera). Íblásturin kom eftir at hava lisið nakrar vælskrivaðar linjur á profilinum hjá Andras Sólstein har hann meistarliga greiður frá hvussu tað er at taka dystin upp við eina 10 ára gamla Laphriaug eitt fríggjakvøld, eftir strævna arbeiðsviku. Andras er ein sannur meistari við penninum.

Tað at hugleiða er ein guðsgáva, sum vit eiga at gera brúk av. Minst til at ríka títt lív við at hugleiða um alt møguligt.

Mín hugleiðing hetta fríggjakvøld var ein áminning til okkum øll, ikki minst til mín sjálvan, at gera brúk av hesari guðsgivnu gávi. Tað at hetta ikki er ein sjálvfylgja, síggi eg at kalla hvønn dag, tá ið eg vitji heima hjá mammu og babba.

15. juni 2013 vóru heili 3265 vitjandi á her á síðuni, tað eri eg sera takksamur fyri, og satt at siga rættuliga ovfarin. Mín vón er at tú sum lesur, hugsar um at njóta hvørja løtu tær unnist her á fold, og minst til at gleðast. Tað er altíð okkurt at gleðast um.