Her eru vinnarnir

Vit hava í kvøld drigið hepnu vinnarnir. Hjartaliga til lukku og hjartans tøkk fyri tykkara stuðul.

Vinnarnir hava fingið boð umvegis teldupost.

Í kvøld tá ið eg lat aftur fyri møguleikanum at stuðla online var stuðulsupphæddin komin uppá góðar 180.000,00 kr. Av tí at fleiri hava fingið møguleikan at stuðla umvegis bankaflyting, og eisini kontantur peningur varð latin felagnum tá ið eg fekk fantastiska móttøku á sambýlinum á Heygum kenni eg ikki beint nú endaliga talið. Tit frætta seinni í vikuni ella fyrst í næstu viku tá ið endaliga talið fyriliggur.

Túsind, túsind takk fyri allan stuðul. Eg eri barasta so takksamur og glaður.

Komin hoym í øllum góðum

Í gjár, leygardagin 20. Mai klokkan hálvgum trý kundu eg og Pól Sundskarð, væl stuðlaðir av einari rúgvu av rennarum, renna inn á øki frammanfyri Smæruna, har sambýlið á Heygum er. Stór mannfjøld var møtt upp at taka í móti okkum, og mitt á økinum sat mamma uppsnolla klár at taka í móti okkum. Ein rørandi løtu, sum eg vónandi ongantíð fari at gloyma.

Alt byrjaði í fjør tá ið eg setti mær fyri at renna til Havnar fyri at skaffa pening til Alzheimerfelagið. Tiltakið í fjør eydnaðist avbera væl, ein fantastiskur túrur. Satt at siga stúrdi eg eitt sindur fyri at renna teinin, men við hjálp frá Pól Sundskarð, kundi eg renna inn á Vagli í Havn til eina fantastiska móttøku. Seinasta ár komu inn heilar 143.000,00 krónur.

Men eg fekk tó fleiri viðmerkingar um hví eg endiliga skuldi renna til Havnar.

Í ár havi eg so valt at enda túrin við at renna hoym aftur til Klaksvíkar. Og túrurin í ár hevur ikki verið minni fantastiskur. Í ár var eg ikki so nógv merktur av stúran um eg fór at klára túrin, tí eg nú visti hvat eg fór í holtur við, heldur var tað spenningurin um hvussu tiltakið í ár fór at eydnast.

Um eg skal lýsa túrin við einum orði so er tað FANTASTISKT. Túrurin byrjaði við at eg og Pól vórður leiddir út úr Havnini av borgarstjóranum Anniku Olsen, og í Klaksvík tá ið vit komu út úr Norðoyartunnlinum stóð stór mannfjøld við okkara egna borgarstjóra Jógvan Skorheim á odda, sum leiddu okkum trygt gjøgnum býin norður til Sambýlið á Heygum, har mamma so vøkur tók í móti mær. Eg haldi mamma nýtti løtuna í gjár. Hon strálaði.

Eg eri so glaður fyri at kunna hava verið við til at gera mun. Eg eri av hjarta so takksamur fyri allan stuðul eg havi fingið í hesum tiltakið. Takk til tykkum øll. Tit vita.


Nú eg skrivi hesar linjur er stuðulin komin uppá kr. 133.000,00 og tað er einki minni enn fantastiskt. Eg havi fingið áheitanir frá fleiri fyritøkum um at hava stuðulsmøguleikan opnað til í morgin, og tað haldi eg sjálvandi eg fari at gera.

So eg haldi eisini eg velji at bíða við at trekkja lut um vinningarnar til tá. Møguleiki er at vinna eitt par av Skechers eftir egnum ynski frá Skósøluni við Gøtugjógv og 2 ferðir 1 stk. BE koyrikort frá Koyriskúlanum hjá Hans J. Hermansen.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

So er klárt at fara avstað

Í samband við túrin til Havnar í fjør havi eg sagt frá at um ikki mín góði vinur Pól Sundskarð var við, so ivist eg í um eg var komin heilskapaður til Havnar. Nú tað er um at vera klárt at renna heimaftur til Klaksvíkar havi eg hug at leggja aftur, at uttan væl fyriskipaða kostplan frá Bjørg hevði mangan verið lítið um Pól. Hennara matpakkar hon plagar at geva Pól havi eg mangan missunt honum, tó skal sigast at Pól er óførur at deila. Til túrin í morgin hevur Bjørg fyrireika trivaligan matpakka. Tú ert fantastisk Bjørg, túsind takk.

Nú fari eg at pakka saman fyri í dag, og fáa mær nakrar tímar, so eg vælupplagdur kann taka dystin upp við teir 77 km tað er at renna av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygum. Sum nú er, sær út til at líkindini at renna verða hampulig, einki regn, ikki nógvur vindur, kanska eitt sindur kalt.

Vit fara úr Klaksvík kl. 03:30 og byrja at renna av Vaglinum kl. 05:00.

Her síggja tit okkara “ta selv borð” sum Bjørg hevur staðið fyri.

Enn ber til at stuðla, trýst á violetta knøttin her undir ella hann ovast til høgru á síðuni.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Stuðla og verð við í lutakasti um skógvar frá Skechers

“Í samband við “meir fyri minnið” túrin hjá tær í ár, vil eg fegin stuðla tær við eitt par av Skechers GO RUN Ultra Road. Teir eru gjørdir til ultra rennarar – also laaangar túrar.”

Hetta skrivaði Terji Hansen frá Skósøluni við Gøtugjógv tá ið tað frættist at eg fór at renna hoym aftur til Klaksvíkar. Eg tók av tilboðnum, og havi royndarkoyrt skógvarnar, og eri eg sera væl nøgdir við teir. Eg fari at renna í teimum nú leygardagin.

Stuðla og ver við í lutakasti um eitt par av Skechers

Hey, um áhugi og um tað ber til – vil eg fegin geva eitt par Skechers til ein av teimum, sum flyta pening til títt megnar tiltak. Annars bestu ynskir leygardagin.

So vera vónandi nøkur aftrat, sum vilja stuðla 🙂
Vinnarin kann velja sær eitt par Skechers eftir egnum ynskji.

Heilsan
Terji Hansen
Skósølan við Gøtugjógv

Nú í kvøld 30 tímar til fráferð av Vaglinum í Havn, kann eg við gleði siga tykkum at stuðulin er komin uppá kr. 65.000,00. Hugaligt at síggja hvussu góð undirtøkan er.

Ver við og stuðla Alzheimerfelagnum í teirra arbeiði at hjálpa avvarandi og teimum, sum eru rakt av hesari ræðuligu sjúku. Í fjør megnaðu vit øllum somul at samla heilar 143.000,00.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Renn við eitt petti

Tað er nú leygardagin kl. 5 vit fara av Vaglinum í Havn við kós norður til Klaksvíkar. Øll eru hjartaliga vælkomin at hekta seg uppá, og renna eitt petti saman við okkum. Ferðin verður ikki høg, so øll kunnu vera við. Her síggja tit eina nøkurlunda tíðarætlan, hetta er sjálvandi treyta av at alt gongur sum tað skal.  Í fjør komi vit á Vagli klokkan 14:20, so tað passaði nokkso væl eftir tíðarætlanini.

Kilometrar Stað ca. kl.
Start Vaglið, Tórshavn 05:00
4,6 km Rundkoyringini í Hoyvík 05:34
13,6 km Kaldbaksbotnur 06:37
17,7 km Kollafjarðartunnilin 07:06
19,5 km Kollafjørður, Rundkoyring 07:19
23,2 km Kollafjørður, Kirkjan 07:45
25,5 km Kollafjørður, Norðuri í Sundum 08:01
30,6 km Hósvík 08:38
33,5 km Áir 08:58
37,2 km Streymnes / Hvalvík 09:24
40,2 km Brúgvin um Streymin 09:45
46,3 km Norðskálatunnil 10:23
51,9 km Skálabotnur, FAST 11:08
58,0 km Skipaneskrossur 11:51
59,3 km Gøtueið 12:02
61,1 km Frákoyring, Syðrugøta 12:16
67,3 km Bygdaskelti, Leirvík 13:00
74,5 km Norðoyatunnilin 13:52
77,0 km Sambýlið á Heygum 14:10

Til ber at stuðla renningini við at trýsta á knøttin herundir ella ovast á síðuni.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

1000 km higartil í ár

Markus í Norðnastovu plagar at siga frá fyri hvørja ferð teir hava fingið 100 tons niður í lastina, og gleðir hann seg tá til at njóta ein vælfortjentan ís. Seinast vit frættu frá Markusi og teimum umborð á Gadus, tók Markus skemtiliga til at nú manglaði bara ein Trille í fulla last. Stuttligt og hugaligt at fylgja við okkara siglandi fólk, sum enn fær okkum fólksins ogn til hølvdar 🙂 Gadus siglir heim við fullari last í løtuni.

Eg kann nú ikki breggja mær av tonsum, og lítil dugur hevði verið í mær á skipsdekki, men í dag kann eg tó siga at eg havi fingið lagt 1000 km afturum higartil í ár. Samanborið við somu tíð seinasta ár, so hevði eg bert fingið 803 km í beinini, og tá er langi túrurin til Havnar íroknaður. So standurin er nakað væl betur enn í fjør, tó so má eg viðganga at hálvtannað kilo hevur snýkt seg uppá kroppin, í so máta skuldi man trú at hvørjir 100 km vórðu hátíðarhildnir við ísi. Men tað er nokk eingin loyna at maðurin letur seg alt ov ofta freista.

Nå men nú leygardagin kl. 5 verður fari av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygnum. Í fjør rann eg til Havnar, nú ætli eg mær at renna til hús aftur. Eg haldi meg vera til reiðar, og eri eg sera takksamur fyri at Pól Sundskarð tekur túrin saman við mær aftur í ár.

Um tú vil stuðla tiltakinum, har allur peningurin fer til arbeiði hjá Alzheimerfelagnum, so er at trýsta á knøttin her undir ella ovast á siðuni.
Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Meir fyri minnið 2017

So fari eg at renna heim aftur til Klaksvík.  Leygarmorgunin 20. mai fara vit av Vaglinum í Havn beina kós norður til Klaksvík og enda stuðulsrenningina á Sambýlinum á Heygum einaferð seinnapartin.

Um tú vilt stuðla renningini kanst tú trýsta á violetta knøttin her á síðuni. Eg gleði meg til avbjóðingina, og vónandi taka tit undir við renningini og geva eitt íkast.

Dubai og hálvt marathon

So var eg aftur her – illa gongs hjá mær at levera ein status um vikuna, eg vil so gjarna, komi bara ikki til tað, men vónin er enn at tað kanska fer at gleppa.  Hetta er so fyrsta dagføring í februar, og heilt fitt er hent síðani seinast. Eitt nú hava eg og Vera saman við góðum vinum vitja Dubai, og runnið vit eitt ½ marathon meðan vit vóru har. Stóra takk til Petur og Jónu fyri fantastiskt gestablídni.

Skíðferian í ár hildin í Dubai

Seinasta ár um hesa tiðina var eg í fronsku alpunum og stóð á skíð, meðan Vera var saman við rennivikunum Ruth og Monu í Dubai. Tær vitjaðu Klaksvíksdamuna Jónu Hammer, og runnið tær eitt ½ marathon meðan tær vóru har. Tær vildu avstað aftur í ár, og hesa ferð skuldu mennirnir sleppa við. Umframt at vitja Jónu og Petur Hammer, so skuldu vit eisini renna sama ½ marathon tær runnið í fjør.

Eg havi ikki verið so raskur at vant síðani Berlin Marathon, tað er bert vorðið til fáa kilometrar um vikuna, men tá ið vetrarkappingin byrjaði 5. nov. við Runt Agnið meldaði eg meg til við tí fyri eyga at fáa gongd aftur á venjingina. Runt Agnið gekk fínt, jólini kostaði eitt sindur, men eg fekk eina fína tíð til nýggjárshálvmarahon, í Sørvági gekk eisini ok, hóast eg her mátti sláa meg til tols við at síggja í baki á Rigmor.

Fekk veruliga gongd á venjingina í Januar, legði góðar 200 km afturum, og hugurin hevur síðani bara verið góður.

So upprann dagurin at leiðin gekk til Dubai. Nógv havi eg hoyrt um hendan stað, um hvussu flott og stórt alt er har, og tað fekk eg sanniliga eisini at síggja. Sjeikarnir allir royna bara at yvirganga hvønn annan. Teir elska at kopiera, og ikki bara kopiera, men teir scalera við faktor 5 til 10. Heimsins hægsti bygningur, Burj Kahlifa er í Dubai. Hann er 827 metrar høgur. Søgur ganga at arbeitt verður við at gera ein bygning, ella kanska heldur eitt monument. sum skal vera 1 km til hæddar.

Heldur enn listarsøvn, so hava tey í Dubai shoppingcentir í hópatal, so tit kunnu ælta hvussu dámirnar hóreiggja sær eina slíka ferð. Í tí eina shoppingcentrinum – Dubai Mall, tað stórsta í heiminum, er eitt risastórt akvarium við tilhoyrandi djóragarði, tað var fantastiskt at síggja. Eg havi tikið hópin av myndum, sum eg hugsaði at geva Elsebeth Mercedis til íblástur til okkara nýggja akvarium vit skulu hava her í Klaksvík.

Í Mall of the Emirates var ein innandura skíðbreyt, sum vit royndi. Hetta kann sjálvandi ikki mála seg við at standa á skíð í alpunum, men eg kann so siga at skíðferian í ár varð hildin í Dubai.

Fyrireikingin í Dubai

Hesa ársins tíð er tað ikki so heitt í Dubai, tað er vetur eins og heima hjá okkum. Vetur har merkir 15 gradir um náttina, og 25 gradir um dagin, so tað er ikki so heilt galið.  Vit komu til Dubai fríggjakvøldi 3. feburar, og skuldu ikki renna fyrr enn lítla viku seinni fríggjamorgun kl. 7. So vit høvdu góða tíð at fyrireika okkum, og tilpassa okkum umstøðurnar. Leygardagin var eingin renning, men sunnudagin bleiv tað til 20 km, her fekk eg ein forsmakk uppá hvat eg kundi vænta mær fríggjadagin. Eg fekk mót uppá at koma undir 1 tíma og 30 minuttir, og havandi í huga at rutan vit skuldu renna var púra fløt, so var tað avgjørt møguligt. Eg keypti nýggjar DS Racer til kappingina, sum eg tíbetur fekk roynt áðrenn.

Race Day – RAK Half Marathon

Hóskvøldi varð farið tíðliga til songar, vit skuldu upp longu kl. 03:30, tí vit skuldu koyra kl. 04:45 fyri at vera í Ras Al Khaimah kl. 6. Renningin byrjaði kl. 7. Men illa gekst hjá mær at fáa blund í eyguni. Eg hevði eina ringa nátt, føldi meg sera sjúkan, serliga var tað pína í bringuni, byrjaði at hugsa um eg kanska hevði eti okkurt óreint, sum hevði við sær hesa pinu. Tá ið klokkan var 03:30, og tíð var at fara upp, hevði eg sovið í 1 tíma. Ikki júst besta byrja uppá kappingardagin. Eg mannaði meg upp, tók 2 panodil afturvið nógvum vatni. Vera og hini hildu at eg ikki nýttist at koma við, um eg føldi meg so illa. Nei ikki uppá vilkor, nú var eg komin hesa longu leið har eitt av málinum var at renna ½ marathon, so skuldi tað eisini gjøgnumførast kosta hvat kosta vil.

Klokkan 4:45 varð fari avstað, Jóna, saman við Monu, Ruth og Veru í einum bili, Jón, Kristmar og eg í hinum bilinum tey hava. Hóast hitin var 17 gradir so føldi eg meg kaldan og ikki í topform. Koyritúrurin til Ras Al Khaimah, har vit skuldu renna tók góðan tíma. RAK Half marathon er nokkso populært, tí rutan er serliga fløt og pengavirðislønir eru til 10 tey fyrstu. So elitan møtir upp, og í ár skuldi gerast heilt serstakt, tí skjótasta kvinnan setti nýtt heimsmet. Heimsmeti hjá monnum var tikið her í februar 2007, tað bleiv tað ikki til í ár, men tað komu 4 menn undir 1 tíma. Heimsmeti hjá kvinnum er í dag 1:05:06 (2017) og hjá monnum 58:23 (2010).

Tá ið vit nærkast Ras Al Khaimah, tikist sum støðan hjá mær er vorðin betur, og eg gerist í betri lag, um tað er virknaðurin av panodilunum, sum nú er í hæddina skal eg ikki siga, men eg fekk móti aftur. Vit parkera bilarnar, og ganga mótvegis startøkinum. Dámirnar hava á orði at tað er munandi heitari enn seinasta ár, tær søgdu at tær frystu meðan tær bíðaðu at sleppa í gongd.

Altíð tá ið starturin nærkast, gera ymiskar kropsmeknismur vart við seg. Gangandi framvið einari moské á veg til startin, síggi eg langa kø, og kann roknað út at tað er ikki bara hjá mær hesar mekanismur ella kanska rættari trongdir gera seg galdandi. Eg smekki meg í køini, komi at standa aftanfyri ein Indara, sum skal renna fyri fyrstu ferð.  Eg standi ikki longi í kø, tað gongur skjótt fyri eg, so er tað mín túrur at sleppa inn á WC í hesari mosku. Eingin pissirenna, tað er jú ikki loyvi at vísa teir virðismiklu likamslutirnir í hesum parti av heiminum. Í rúminum eru eini 20 WC’ið klivar, og so verður tann innasti tøkur, og vakturin gevur tekin um at nú er tað mín túrur. Komin inn geri eg sum eg altíð geri, kanni um nakað pappír er á rulluni. Men hvat ólukkan, har er eingin rulla yvirhøvur, eg velji at fara útaftur og møguliga inn í ein annan kliva fyri at kannað, men har er upptikið allastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Gott nokk sá eg, at menn vaskaðu sær ósedvanliga væl aftaná teirra vitjan á bukkuni, puha eg gjørdi mær mínar tankar, og fór innaftur á WC. Við síðuna av kummuni, sum annars var meinlík teimum vit kenna heimanífrá, hekk ein brúsa. Tað sum eg nú gjørdi havi eg ongantíð gjørt áður, eg sigi bara gott at vatni var lunkað. Tíbetur var sápa í dunkinum tá eg skuldi vaska hendur.

Bíðitíðin til startin tyktist ikki so long, veðrið var gott og ljósi hevði nú vunnið á myrkrinum. Lagi var gott, fólk vóru spent at sleppa í gongd. Okkara startur skuldi verða kl. 07:05, so vit høvdu ikki fingið startnummur so frammalaga. Eg royndi tó at troka meg so langt fram eg kundi. Tað var eitt sindur trongligt teir fyrstu 300-400 metrarnar, men so bleiv rúmligari at renna. Tað vóru 2500 rennarar so tað kann ikki sammetast við tær heilt stóru marathon kappingarnar. Mín fyrsta km, avgreiddi eg uppá 4:11 so tað var bara heilt ok. Eg føldi beinanvegin at hetta fór at vera gott, og kenslan av bara at yvirhála, og stórt sæð ongantíð sjálvur at blíva yvirhálaður var super.

Mín stutta viðmerking er at hetta er so avgjørt besta hálvmarathon ruta eg nakrantíð havi runnið, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða. Eitt fantastiskt ½ marathon við tíðini 1.28.09, 4 minuttir og 13 sekund skjótari enn mín tíð til nýggjárshálvmarathon. Niðanfyri síggja tit hvussu eg rann og kort yvir rutuna.

Mín søta tonn

Ætlaði so avgjørt at klára at hava ein status um vikuna, men longu nú svipsaði tað hjá mær. Her kemur so ein seinka dagføring. Januar takkar longu fyri seg, og hóast veðrið ikki hevur verið so gott, so hevur januar bara hilnast heilt væl til renning. Gott at hava rennibandi til at taka. Hesa vikuna fekk eg 62,2 km avgreiddar, endaði vikuna við einum 2 tímar longum túri sunnudagin. Vera megnaði at fáa 21,2 uppá loggi.

Millum jól og nýggjár fekk eg eitt nýtt Garmin 735XT ur, og tá skrásetti eg meg á www.strava.com, sum er samfelag fyri rennarar. Havi síðani gjørt brúk av hesari tænastu, og fyri 3 vikum síðani fekk eg mær umvegis Strava eitt program at renna eftir. Eitt 12 vikurs marathon program við bert 4 rennidøgum um vikuna. Programmi byggir á filosofiina hjá Greg McMillan, sum er kendur í rennihøpi. Enn hevur ligið fyri at hildi meg til programmi. Nokkso hugaligt bert at skulu renna 4 dagar um vikuna.

Annars so kann eg fortelja tykkum at eg eins væl og tit havi ymist óreint at dragast við, og eg giti fleiri av tykkum kanska hava sama veikleika sum eg. Eg havi alt for góðan matarlyst, og so elski eg søtar sakir. Nú skal eg ikki koma við nakrari yvirdramatiserðari søgu, sum vit onkuntíð hoyra Rógva Joensen fortelja. Eg flenni mangan við tárum tá eg lesi hansara livandi frágreiðingar, tá ið hansra søtmetis trongd gera seg galdandi, og ikki minst tá ið hann skal hava gongd í apostlarnir tíðliga á morgni. Rógvi er ein fínur frásøgumaður.

Eg skal tó fortelja tykkum stutta søgu um uppliving eg hevði við mínar vekt fyrst í januar mánaða. Eg havi tað til vana at viga meg hvønn dag, bæði morgun og kvøld, hendan dagin tá ið eg steig á vektina sigur vektin 77,2 km, og eg mundi fingið sjokk, harra gud tað kundi ikki passa, eg sigi við Vera at her er okkurt rívandi galið við vektini, eg var gott greiður yvir at nakað nógv var inntikið hendan dagin, men 77,2 kg. Eg gjørdi ikki mætari enn at skifti battaríir, 3 stk AAA. Eg tendri, og stígi varisliga aftur á vektina, og hugsi við mær sjálvum at nú má fara at rigga betur, men lort heldur, nú segði vektin 77,3 kg. Hetta var forferdiligt, mundi ikki fingið blund í eyguni hesa náttina.

Hetta skrivaði eg í dagbókina:

 

Eg kláraði ikki Rigmor

Tað er sunnudagur, vika 3 er at enda komin. Hendan vikan hevur havt ymist at bjóða uppá, Trumph er innsettur sum nýggjur forseti í USA, eg eri vorðin 51 ár,   guðsonurin Sørmundur Kalsø bleiv 25 ár, hann er aftur í ár á besta liðnum hjá KÍ, vónandi megna teir sama støði sum í fjør. Men kanska stórsta hendingin hjá mær hesa vikuna var leygardagin í Sørvági, tá eg stillaði til start í 4. umfari av vetrarkappingini.

Gott 50 vaksin og børn vóru send avstað nakrar minuttir yvir 11. Børnini skuldu renna 3 km, meðan tey vaksnu skuldu renna 12km. sum var nakað væl forbí Bø og bleiv vent einar 400 metrar frá tunnilsmunnanum til Gásadals.

Líkindini á renna vóru góð, lítil og eingin vindur. Eg legði bragliga út, men nokkso skjótt mátti eg ásanna at hetta ikki akkurát var mín dagur. Tá ið eg hevði runnið 2 km kemur Rigmor, eins og til nýggjárshálvmarathon, hesaferð ikki tøssandi forbí, nei meira yvirbevísandi og við góðum sjálvsáliti, Christian Olsen var í hølunum á henni. Eg hevði ikki kreftir at krøkja meg uppí tey bæði, viðmerkti bara ” tað er altso 10 km eftir”. Sum vit nærkast Bø, er Christian dragnaður nakað, og eg eti meg spakuliga inn á hann, tað er hugaligt, ein vón birtist í mær at fáa hann aftur, og tað gongur ikki leingi so fari eg framvið honum. Men hann er treiskur og tekur meg aftur, og meðan vit soleiðis knokla okkum niðan tungu brekkuna aftaná Bø, kemur Herluf Jakobsen, at síggja til, fullur í yvirskoti, og soleiðis bara yvirhálar. Hetta sá eg slettis ikki koma, og ferðin var so mikið góð, at hann feik forbí, fyrst meg, og so Christian eisini. Eg hugsaði tó mítt, hálvur teinurin er eftir, mon ikki eg kanska kundi gera okkurt á veg heim aftur til Sørvágs.

Tá ið vit høvdu vent byrjaði mín veruliga kapping. Tað gekk ikki leingi so var Christian aftanfyri, og eg haldi ikki hann nú hevði kreftir at svara aftur, so var tað Herluf og ein nýggja dáma eg ikki havi sæð runnið fyrr, sum farast skuldi eftir. Rigmor var “out of sight”. Nýggja unga daman, Annika kallast hon, dragnaði nakað so hana tók eg fyrst, so var tað Herluf, hann var seigur, men tá ið hann byrjaði at venda sær, styrktist mín vón um at hetta skuldi nokk fara at ganga. 300-400m metrar áðrenn máli eydnaðist tað mær við einum sera giftigum endaspurti at taka Herluf, og tit kunnu ætla at frøðin var stór tá ið eg kom um málstrikuna, eg mátti lata frá mær eitt indianarabrøl.

Hóast tað sá svart út at byrja við, so eri eg samanumtikið ógvuliga vælnøgdur við mítt avrik, eisini hóast eg ikki kláraði at basa Rigmor. Mín tíð bleiv 52:49, 20 sekund aftanfyri Rigmor. Eg sigi bara “inntil næstu ferð til vit hittast”.

Annars ein góð vika har eg fekk 48,9 km lagdar aftur um. Í dag havi eg ikki runnið, og í morgin verður eingin renning, týsdagin verður tað 80 min róligt.