New York Marathon 2017

Tá ið tú rennur New York marathon so skal tú renna yvir 5 brúgvar og í gjøgnum 5 býarpartar. Men Brooklyn bridge er ikki ein av brúgvinum, hana gingu við yvirum týsdagin.

Fyri sløkum ári síðani syrgdi primus motur Ruth Johannesen fyri at vit fingu startnummur til New York marathon 2017. Tað vísir seg at tað Ruth stingur út í kort verður góðtikið uttan stórvegis hóvastak. Gott at vit hava Ruth til at draga stóra lessi.

Nú flestu eru farin til guðstænastu her í grannalagnum havi eg sett meg við telduna fyri at hugaleiða eitt sindur um okkara vitja her í USA, sum byrjaði við at vit runnið New York marathon seinasta sunnudag.

Umvegis Keflavík lendu vit í JFK floghavnini í New York seint fríggjadagin, og stórvegis annað enn at koma á hotelli hendi ikki hendan dagin. Tíðliga leygarmorgunin gekk leiðin á messuna, at heinta startnummar. Øll fingu sær eitt vikukort til The Subway, sum vit hava havt stóra gleði av meðan vit vóru í New York. Um kvøldi fóru fleiri av okkum til pastaparty í Central Park, seinasta máltíðin áðrenn stóra slagi.

Tíðarmunurin uppá 5 tímar hevur gjørt tað at vit eru vaknaði sera tíðliga hvønn morgun meðan vit hava verið her, og tað hevur verið super, eftir sum vit tískil hava útnytta dagarnar fult út. Sunnumorgun vórðu vit longu avheintaði á hotellinum kl. 5:35, veðrið var gott, men sera sera kalt. Men hetta vóru vit fyrireikaði uppá so vit vóru væl ílatin. Ti vit bíðaðu í einar 2 tímar úti á Staten Islands til skoti var til start.

Eg hevði startnummar 3825 og skuldi eg starta í fyrstu grønu bylgjuni kl. 9:50. Mín stórsta avbjóðing tá ið man fer inn í startøki er neyðin at sleppa av við vatni. Tað vísir seg sum um  man vil pissa allatíðina. Hálvan tíma áðrenn startin verður man sleptur út á Verrazzano brúgvina har eingi toilettir eru, og tá verður eisini sagt at um man pissar á brúnni og verður uppdagaður kann man blíva kolldømdur. Men tá ið man skal so skal man, so eg breyt reglurnar, eg trokaði meg út til síðina, hugdum um onkur vaktur var har, so lat eg vatni falla. Fleiri við mær gjørdi tað sama.

Klokkan 9:50, aftaná eina stutta talu frá formanninum í New York Road runners og amerikanska tjóðsangin, var fyrsta bylgja skotin í gongd, við Frank Sinatra, syngjandi kenda sangin New York, New York. Leiðin gekk vegis fyrstu brúnna Verrazzano brigde gjøgnum gøturnar í New York. Stemningurin var fantasktiskur at kalla allan vegin. Burtursæð frá brúgvinum og býarpartinum Williamsbourgh var rómurin frá áskoðarum fantaskiskur. Í Williamsbourgh búgva fyri tað mesta ortodoksir jødar, og teirra religión loyvir ikki at útvísa begeistring, tískil var tað ógvuliga friðarligt í hesum býarparti.

Eg føldi meg serstakliga væl heilt fram til 30 km og hetta undraðist eg satt at siga yvir, eg legði hart út, og tað føldist ikki so hart, eg valdi ikki at seta ferðina niður eftisum eg hevði eina vón um at eg kanska fór at halda, mín ½ marathon tíð var so 1:27:31. Men tíverri so skuldi ikki verða, trøðini vaksa ikki inn í himmalin, tá ið eg kom á Willisbridge, føldi eg fyrstu ferð rættuliga møði, sera tungt at koma tvørtur um, yvirhálaður av fleiri, eisini kvinnum. Eg mannaði meg tó upp, men hvatr var einki at gera, eg mátti, broyta mína ætlan og góðtakað at tað var ikki á hesum sinni eg komi undir 3 tímar, mítt loyniliga mál. Nú ráddi bara um at klára mítt officiella mál um at koma undir 3 tímar og 5 minuttir.

Á so at siga øllum vatnpostum fekk eg mær at drekka, og longu við ½ marathon valdi eg eisini at taka energi drinks, og tá ið bananir komu á banan við 35 km valdi eg eisini at taka av tí tilboðnum.

Gott nokk havi eg runnið í New York í 2010 og veit eg at tað er ein tung ruta, men faktiskt er hon nógv tyngri enn eg havi givið mær far um. 4 av brúgvinum eru tungar at koma tvørtur um, eisini er fitt av mótbrekku, og endin er ikki akkurát eitt uppløb har til ber at seta ferðina upp.

Eg megnaði at halda ferðini so nøkurlunda, fekk enntá sett ferðina eitt sindur upp seinastu 2 km, soleiðis at tá eg eg kom um málstrikuna segði urið hjá mær 3 tímar 4 minuttir og 09 sek. Eg var í knúsi, er ikki ov nógv sagt, men eg náddi setningin, so eg eri avbera væl nøgdur. Við eitt sindur fleiri kilometrum í beinunum hevði eg kanska megna mítt loyniliga mál, men tað fáa vit so ikki svar uppá á hesum sinnið.

Vit hava so dagarnar aftaná marathon renningina reika runt í New York, sæð ymisk kend støð, eti ósunnan amewrikanska mat og sum eg nevndi fyrr var íløgan í vikukorti til The Subway ein góð íløga, sum vit øll gjørdi dugliga brúk av.

Fríggjadagin gekk leiðin til Washington, her hava vit sæð fleiri kend støð, har í millum hvítu húsini.

Ein væleydna marathon feria er komin at enda, vit sita nú í bussi á veg til internationala flogvøllin í Washington.

Dubai og hálvt marathon

So var eg aftur her – illa gongs hjá mær at levera ein status um vikuna, eg vil so gjarna, komi bara ikki til tað, men vónin er enn at tað kanska fer at gleppa.  Hetta er so fyrsta dagføring í februar, og heilt fitt er hent síðani seinast. Eitt nú hava eg og Vera saman við góðum vinum vitja Dubai, og runnið vit eitt ½ marathon meðan vit vóru har. Stóra takk til Petur og Jónu fyri fantastiskt gestablídni.

Skíðferian í ár hildin í Dubai

Seinasta ár um hesa tiðina var eg í fronsku alpunum og stóð á skíð, meðan Vera var saman við rennivikunum Ruth og Monu í Dubai. Tær vitjaðu Klaksvíksdamuna Jónu Hammer, og runnið tær eitt ½ marathon meðan tær vóru har. Tær vildu avstað aftur í ár, og hesa ferð skuldu mennirnir sleppa við. Umframt at vitja Jónu og Petur Hammer, so skuldu vit eisini renna sama ½ marathon tær runnið í fjør.

Eg havi ikki verið so raskur at vant síðani Berlin Marathon, tað er bert vorðið til fáa kilometrar um vikuna, men tá ið vetrarkappingin byrjaði 5. nov. við Runt Agnið meldaði eg meg til við tí fyri eyga at fáa gongd aftur á venjingina. Runt Agnið gekk fínt, jólini kostaði eitt sindur, men eg fekk eina fína tíð til nýggjárshálvmarahon, í Sørvági gekk eisini ok, hóast eg her mátti sláa meg til tols við at síggja í baki á Rigmor.

Fekk veruliga gongd á venjingina í Januar, legði góðar 200 km afturum, og hugurin hevur síðani bara verið góður.

So upprann dagurin at leiðin gekk til Dubai. Nógv havi eg hoyrt um hendan stað, um hvussu flott og stórt alt er har, og tað fekk eg sanniliga eisini at síggja. Sjeikarnir allir royna bara at yvirganga hvønn annan. Teir elska at kopiera, og ikki bara kopiera, men teir scalera við faktor 5 til 10. Heimsins hægsti bygningur, Burj Kahlifa er í Dubai. Hann er 827 metrar høgur. Søgur ganga at arbeitt verður við at gera ein bygning, ella kanska heldur eitt monument. sum skal vera 1 km til hæddar.

Heldur enn listarsøvn, so hava tey í Dubai shoppingcentir í hópatal, so tit kunnu ælta hvussu dámirnar hóreiggja sær eina slíka ferð. Í tí eina shoppingcentrinum – Dubai Mall, tað stórsta í heiminum, er eitt risastórt akvarium við tilhoyrandi djóragarði, tað var fantastiskt at síggja. Eg havi tikið hópin av myndum, sum eg hugsaði at geva Elsebeth Mercedis til íblástur til okkara nýggja akvarium vit skulu hava her í Klaksvík.

Í Mall of the Emirates var ein innandura skíðbreyt, sum vit royndi. Hetta kann sjálvandi ikki mála seg við at standa á skíð í alpunum, men eg kann so siga at skíðferian í ár varð hildin í Dubai.

Fyrireikingin í Dubai

Hesa ársins tíð er tað ikki so heitt í Dubai, tað er vetur eins og heima hjá okkum. Vetur har merkir 15 gradir um náttina, og 25 gradir um dagin, so tað er ikki so heilt galið.  Vit komu til Dubai fríggjakvøldi 3. feburar, og skuldu ikki renna fyrr enn lítla viku seinni fríggjamorgun kl. 7. So vit høvdu góða tíð at fyrireika okkum, og tilpassa okkum umstøðurnar. Leygardagin var eingin renning, men sunnudagin bleiv tað til 20 km, her fekk eg ein forsmakk uppá hvat eg kundi vænta mær fríggjadagin. Eg fekk mót uppá at koma undir 1 tíma og 30 minuttir, og havandi í huga at rutan vit skuldu renna var púra fløt, so var tað avgjørt møguligt. Eg keypti nýggjar DS Racer til kappingina, sum eg tíbetur fekk roynt áðrenn.

Race Day – RAK Half Marathon

Hóskvøldi varð farið tíðliga til songar, vit skuldu upp longu kl. 03:30, tí vit skuldu koyra kl. 04:45 fyri at vera í Ras Al Khaimah kl. 6. Renningin byrjaði kl. 7. Men illa gekst hjá mær at fáa blund í eyguni. Eg hevði eina ringa nátt, føldi meg sera sjúkan, serliga var tað pína í bringuni, byrjaði at hugsa um eg kanska hevði eti okkurt óreint, sum hevði við sær hesa pinu. Tá ið klokkan var 03:30, og tíð var at fara upp, hevði eg sovið í 1 tíma. Ikki júst besta byrja uppá kappingardagin. Eg mannaði meg upp, tók 2 panodil afturvið nógvum vatni. Vera og hini hildu at eg ikki nýttist at koma við, um eg føldi meg so illa. Nei ikki uppá vilkor, nú var eg komin hesa longu leið har eitt av málinum var at renna ½ marathon, so skuldi tað eisini gjøgnumførast kosta hvat kosta vil.

Klokkan 4:45 varð fari avstað, Jóna, saman við Monu, Ruth og Veru í einum bili, Jón, Kristmar og eg í hinum bilinum tey hava. Hóast hitin var 17 gradir so føldi eg meg kaldan og ikki í topform. Koyritúrurin til Ras Al Khaimah, har vit skuldu renna tók góðan tíma. RAK Half marathon er nokkso populært, tí rutan er serliga fløt og pengavirðislønir eru til 10 tey fyrstu. So elitan møtir upp, og í ár skuldi gerast heilt serstakt, tí skjótasta kvinnan setti nýtt heimsmet. Heimsmeti hjá monnum var tikið her í februar 2007, tað bleiv tað ikki til í ár, men tað komu 4 menn undir 1 tíma. Heimsmeti hjá kvinnum er í dag 1:05:06 (2017) og hjá monnum 58:23 (2010).

Tá ið vit nærkast Ras Al Khaimah, tikist sum støðan hjá mær er vorðin betur, og eg gerist í betri lag, um tað er virknaðurin av panodilunum, sum nú er í hæddina skal eg ikki siga, men eg fekk móti aftur. Vit parkera bilarnar, og ganga mótvegis startøkinum. Dámirnar hava á orði at tað er munandi heitari enn seinasta ár, tær søgdu at tær frystu meðan tær bíðaðu at sleppa í gongd.

Altíð tá ið starturin nærkast, gera ymiskar kropsmeknismur vart við seg. Gangandi framvið einari moské á veg til startin, síggi eg langa kø, og kann roknað út at tað er ikki bara hjá mær hesar mekanismur ella kanska rættari trongdir gera seg galdandi. Eg smekki meg í køini, komi at standa aftanfyri ein Indara, sum skal renna fyri fyrstu ferð.  Eg standi ikki longi í kø, tað gongur skjótt fyri eg, so er tað mín túrur at sleppa inn á WC í hesari mosku. Eingin pissirenna, tað er jú ikki loyvi at vísa teir virðismiklu likamslutirnir í hesum parti av heiminum. Í rúminum eru eini 20 WC’ið klivar, og so verður tann innasti tøkur, og vakturin gevur tekin um at nú er tað mín túrur. Komin inn geri eg sum eg altíð geri, kanni um nakað pappír er á rulluni. Men hvat ólukkan, har er eingin rulla yvirhøvur, eg velji at fara útaftur og møguliga inn í ein annan kliva fyri at kannað, men har er upptikið allastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Gott nokk sá eg, at menn vaskaðu sær ósedvanliga væl aftaná teirra vitjan á bukkuni, puha eg gjørdi mær mínar tankar, og fór innaftur á WC. Við síðuna av kummuni, sum annars var meinlík teimum vit kenna heimanífrá, hekk ein brúsa. Tað sum eg nú gjørdi havi eg ongantíð gjørt áður, eg sigi bara gott at vatni var lunkað. Tíbetur var sápa í dunkinum tá eg skuldi vaska hendur.

Bíðitíðin til startin tyktist ikki so long, veðrið var gott og ljósi hevði nú vunnið á myrkrinum. Lagi var gott, fólk vóru spent at sleppa í gongd. Okkara startur skuldi verða kl. 07:05, so vit høvdu ikki fingið startnummur so frammalaga. Eg royndi tó at troka meg so langt fram eg kundi. Tað var eitt sindur trongligt teir fyrstu 300-400 metrarnar, men so bleiv rúmligari at renna. Tað vóru 2500 rennarar so tað kann ikki sammetast við tær heilt stóru marathon kappingarnar. Mín fyrsta km, avgreiddi eg uppá 4:11 so tað var bara heilt ok. Eg føldi beinanvegin at hetta fór at vera gott, og kenslan av bara at yvirhála, og stórt sæð ongantíð sjálvur at blíva yvirhálaður var super.

Mín stutta viðmerking er at hetta er so avgjørt besta hálvmarathon ruta eg nakrantíð havi runnið, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða. Eitt fantastiskt ½ marathon við tíðini 1.28.09, 4 minuttir og 13 sekund skjótari enn mín tíð til nýggjárshálvmarathon. Niðanfyri síggja tit hvussu eg rann og kort yvir rutuna.

Berlin Marathon 2016, ein fín jólagáva.

berlin-marathon-2016Tíðin hon strýkur avstað, tað eru nú longu 10 dagar síðan sunnudagin 25. september, tá ið eg saman við fleiri rennivinum úr Klaksvík rann Berlin Marathon. Longu á jólum fingu eg og aðrir menn startnummar til Berlin Marathon 2016 í jólagávu. Konurnar høvdu rotta seg saman, og avgjørt at Berlin Marathon skuldi rennast í 2016, og enntá høvdu tær longt túrin við 3 døgum, soleiðis at vit kundu uppliva eitt sindur meira av Berlin.

Tað vanliga er tá ið man fær jólagávur er at hon kann nýtast altfyri eitt, men soleiðis var ikki hesaferð, gávan kundi ikki nýtast fyrr enn 25. September í 2016, altso 9 mánaðar aftaná hon var latin upp, og treytin fyri at hon kundi nýtast var hart arbeiði fram til sjálvan dagin. Tað er ikki bara spurningur um at fáa startnummari á bringuna, og so renna.

Eg minnist at Vera spurdi um eg var glaður fyri gávuna. Eg haldi Vera hevði vænta at eg fóru at vera meira glaður. Støðan hjá mær akkurát tá var ikki so góð tá ið um renning ræður, formurin var ikki serliga góður, so eitt startnummar til marathon var kanska ikki júst tað eg sá koma.

Tað var einki annað at gera enn at fara í gongd við venjing mótvegis hesum stóra máli, sum Vera hevði krøkt uppá okkum bæði. Á vegnum setti eg mær annað stórt mál, og var tað at renna úr Klaksvík til Havnar til frama fyri Alzheimerfelagið. Ein skuldi trúð at tað riggaði gott saman, men tíverri so kostaði Havnatúrurin, eg mátti brúka næstan ein mánað at koma fyri meg í, og motivatiónin aftaná var ikki rættuliga har.

Eg hevði annars stórar ætlanir við Berlin Marathon, eftirsum mítt fyrsta marathon júst varð avgreitt í Berlin í 2002, altso fyri 14 árum síðani. Eg fekk eina sera góða tíð tá, megnaði teir 42,2 km uppá 3:02:23, og tað var hesa tíðina hevði eg í huganum at sláa. Men so hvørt vit nærkaðust stóra degnum, mátti eg bara ásanna at hetta fór at vera trupult. Eg hevði havt ov stutta tíð til at fyrireika meg í, hóast eg longu var tilmeldaður á jólum.

Tað kundi tykjast sum formurin var góður, tá ið eg fleiri ferðir í summar kláraði at renna skjótt á bæði 5 og 10 km, og skuldi tað tí undir vanligum umstøðum bent á at eg fór at klára ein tíð undir 3 tímar. Men tað sum er avgerandi er um grundformurin er til staðar, og tað var hann ikki hjá mær.

Spurdur hvat tíð eg ætlaði at fara eftir í Berlin, segði eg at máli hjá mær var at renna undir 3 tímar og 10 minuttir, men tað skal eingin loyna vera at eg innast inni vildi royna at klára mína tið frá 2002.

So upprann dagurin, veðrið var av tí fagrasta, vit fóru í góðari tíð av hotellinum við U-Bahn út til startøki, eg hevði fingið tildeilt at byrja í bólki C altso 3. fremsta bólki. Ruth hevði tilmelda meg at klára 2:50 – 3:00, tí var eg placeraður so frammaliga. Tað, sum kanska er eitt sindur keðiligt, um tú ikki er í formi til hetta og byrjar so frammaliga er at tú verður ofta yvirhálaður, og um nakað so er tað mega irriterandi at blíva yvirhálaður, og serliga um tað er av einari kvinnu.

Tíbetur bleiv eg ikki so nógv yvirhálaður at byrja við, ja heilt út á 30-32 km helt mín plan, rann eftir 3:02:23, svarandi til ca 4:19 pr. km, men sannheitin er nokk tann eg rann kanska ov skjótt. Eg tordi ikki at renna ov seint, og eg hevði kreftirnar. Men so aftaná góðar 30 km byrja kreftirnar at ganga undan, og tað er júst her tann nógv umrøddu múrurin kemur inn, tíbetur so fall ferðin ikki so nógv, eg hevði enn tá kreftir at seta ferðina upp tá ið eg var komin ígjøgnum Brandenburger Tor og rann seinastu 200 metrarnir í mál. Tíðin bleiv 3 tímar 5 minuttir og 50 sekund, 3 minuttir og 27 sekund seinni enn í 2002, tað er altso 14 ár síðani, so tað er ikki so galið av einum 50 ára gomlum unglingi.

Ein fín jólagáva, sum eg eri sera glaður fyri. Takk fyri Vera.

Nýggjárslyfti vs. at seta mál

Berlin Marathon

Nú eru jólini við at vera av fyri hesa ferð, og um nakrar heilt fáar dagar skulu vit aftur venja okkum við at skriva eitt nýtt árstal, 2016. Allur desember mánaði er at kalla eitt etigildi, har vit fyrireika okkum til stóri matfestina, sum jólini í veruleikanum er.

Hetta er eisini tíðin vit gera nýggjárlyftir, og ógvuliga nátturligt aftaná eti festivalin mikla, so er tað lyfti um at fara niður í vekt, sum toppar listan yvir nýggjárslyftir.

Eg havi eisini, sum so nógv onnur hesa ársins síðstu tíð givið mær nøkur nýggjárslyftir, men hetta eri eg hildin uppat við, tí á hvørjum ári er tað hent at eg havi broti míni nýggjárslyfti, og at bróta givin lyftir er nakað lort, niðurtúrur big time.

So heldur enn nýggjárlyftir, so royni eg at seta mær mál, og tað riggar munandi betur. Málini nýtast ikki at vera so høg. Kenslan av at náa eitt mál, litil ella stórt, er super. So góði tit leggi av at geva tykkum nýggjárslyftir, seti tykkum heldur mál tit meta tit kunnu røkka, og kensla av at náa sett mál skal nokk geva tykkum blóð á tonni at seta hægri mál.

Eg fekk startnummar til Berlin Marathon í jólagávu frá Veru, so hon hevur givið mær eitt mál at røkka í 2016. Eg kann so seta mær annað mál um at náa eina ávísa tíð. Lat okkum nú síggja. Eg fari nokk eisini at seta mær onnur mál og tað skal eingin loyna vera, at vektin so avgjørt er eitt av teimum.

Eg vil ynska tykkum øllum gott nýggjár og takk fyri 2015.

3000m á Tórsbreyt, nøgdur

Nú Jatnatøk ikki bleiv hildi, valdi FÍF at skipa fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Millum kappingarnar var 3000 m, og valdi eg at melda meg til. Hugsaði hetta var góð test hjá mær nú Ólavsøkurenningin stundar til. Eg havi vant eitt sindur meira skipa í seinastuni, so formurin er uppgangandi, men enn manglar nakað í fyri at eg kann siga eg eri nøgdur.

So í dag var mítt mál at koma undir 11:30, altso umleið 3:50 pr. km. Gutti legði hart út, og eg royndi at hanga í eina rundu ella báðar tvær. Eg rundaði 1 km við 3:32, nógv betur enn eg havði vænta, næsti 3:39 og tann seinasti 3:43.  Gott at eg valdi at hanga meg í Gutta. Sera væl nøgdur, og sjálvandi sera spentur til Ólavsøkurenningina sum verður mánakvøldi 27. juli.

Stuttligt at renna á Tórsbreyt í dag. Veðrið var av ti fagrasta, bert spell at so fá valdi at luttaka.

Runt Agnið 2014

Absalon Hansen (mynd: facebook)

Absalon Hansen (mynd: facebook)

Ein av heilt stóru profilunum í føroyskari renning er Absalon Hansen. Absalon eigur enn føroyska met á marathon teininum, og inntil fyri heilt stuttum hevði hann eisini meti á ½ marathon teininum. Hetta eru met, sum hava staðið í mong ár.

Í dag gekk so leiðin til heimbygdina hjá Absalon, Toftir, sum á hvørjum árið er vertur fyri legendarisku rennikappingini Runt Agnið. Nær hendan kapping var hildin fyrstu ferð veit eg ikki, men síðani eg byrjaði at renna í 2002 hevur hon verið á skránni á hvørjum ári, og hesi seinastu árini sum fyrsta umfar í vetrarkappingini. Ein sera vøkur ruta, og royni eg at vera við um tað liggur fyri.

Roysnið, sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni, er fyriskipari av kappingini. Stuttligt er at síggja hvussu Roysnið hevur svinga seg seinastu 2 árini, eftir at hava ligið stilt í mong ár. Annað árið á rað setur Runt Agnið met í luttøku. Arnfinn segði frá at heili 96 vóru til start í dag. 81 vaksin og 15 børn, og í dag var veðrið eisini so gott sum ongantíð áður. Við nýggja skúlanum eru karmarnir til fyriskipan framúr góðir.

Sera hugaligt at skipa fyri kappingum tá ið luttøkan er so góð, vónandi verður undirtøkan eins góð gjøgnum veturin. Næsta umfar verður í Havn um 2 vikur í vakra umhvørvinum við Kerjar.

Kappingin í dag var merkt av stórum spenningi, eingin Marner Djurhuus, so hvør skuldi kappast um fremstu plássini. Tá ið avtornaði so var tað Sam Vang, sum nokkso trygt streyk avstað við 1. plássinum, á 2. plássi kom Henry Olsen, sum sýnist vera í sera góðum formi fyri tíðina og á 3. plássi kom ungi Teitur Bjarnason, sum júst er komin í vaksna bólkin. Rúni rann eisini gott í dag, men hann legði kanska for varliga út og megnaði ikki at renna seg til heiðursmerki, hjá teimum vaksnu. Teitur og Rúni koma vit heilt sikkurt at síggja meira til í ár. Hallur var akkurát ov stuttur til eitt triðja pláss, eg haldi hetta hóðaði honum illa, hansara kappingarond feilar so einki.

Fyri mítt viðkomandi so var máli hjá mær møguliga at klára tíðina frá í fjør, sum var 42:23, men tað eydnaðist tíverri ikki, men hóast tað so eri eg sera vælnøgdur við mítt avrik. Eg eri við at fáa skil uppá mína venjing, so eg havi vónir um framgongd til tær næstu kappingarnar.

Tá ið øll vóru komin á mál bjóðaði Roysnið til kaffi og køkur, og her gekk práti listiliga um renning. Sera hugnaligt.

Roysnið, stóra takk fyri eitt super rennitiltak.

Niðanfyri nakrar myndir frá í dag.

Nú er bert 1 dagur eftir

Í gjár var eitt sindur svikaligt við internetsambandi, tískil bleiv einki skriva í gjár. Eg havi heldur ikki tey neyðugu grafisku amboðini til at gera ein bannara, sum teir eg havi havt á síðuni seinastu dagarnir.

IMG_7615Vit fóru frá góðveðrinum í Føroyum hósdagin seinnapartin, og fingu vit ein fínan flúgvi túr til Keypmannahavnar. Men veðrið í Danmark var ikki minni gott.

Aftaná check inn á hotelli fóru vit út at eta eina betri bita. Christian, okkara samstarvsfelagði í Danmark, tók okkum út at eta. Sum ein rættur københavnari kennir hann hvønn krók í býnum. Hann hevði úttonkt okkum matstaðið “Den lille fede”, sum liggur tætt við Nyhavnina. Men við ongari borð bílegging bar ikki til, tí staði var fult booka. Beint við síðuna av lá fitt asiatisk matstova, har var tíbetur gott pláss. Vit noti eina sera vælsmakkan 3 rættaða máltið. Hetta var júst matur fyri Veru, og gjørdist hon eisini propmett, hon mundi ikki komi fyri seg aftur. Gott at vit ikki skuldu renna dagin eftir.

Í morgun vóru vit tíðliga á fótum. Eg fór mær ein stuttan rennitúr – 3km – bert fyri at gera meg fortjentan til eitt brúsubað. Klokkan 9:30 vóru við ávegis til Kastrup við tokinum. Vit skuldu flúgva kl. 10:50 til Stockholm. Lagi er gott í ferðalagnum, øll eru spent til stóru avbjoðinginar í morgin.

Eingin av okkum hevði verið í Arlanda lufthavnini áður, so hvussu vit skuldu koma inn til býin var tað eingin sum vist. Endin var at vit tóku nakrar taxa bilar, tá verður mann jú koyrdur til dyrnar.

IMG_7643Eftir check inn á hotelli fóru vit í felag at heinta okkara startnummur. Veðrið var super, og tiltakið har startnummur skuldu heintast var hildi uttandura. Hvar vóru fleiri básar við freistinum til okkum rennarar. Ikki kann eg siga at eg lat meg  freista, tó so keypti eg mær eitt nýtt ur, eitt Garmin 620. Hetta er ein íløga eg havi ætla mær at gjørt leingi. Í samband við Stockholm 1/2 marathon var øll útgerð Garmin – 20% so tað var bara super.

Nå men nú skal sovast, slagi sendur í morgin. Vit starta kl. 16.

Góða nátt.

Nýggir kappingarskógvar

S-LABÍ samband við lendisrenningina í Hoydølum seinasta leygardag keypti eg mær nýggjar kappingarskógvar frá Runnivers. Eg havi annars runnið í einum DS Racer frá Asics, sum nú trongdu til at vera skiftir út.

Hesar eg nú havi keypt mær eru einar sokallaðar trail skógvar, av merkinum Salomon, sum ellers eru best kendir fyri at gera skíðútgerð. Skógvarnir hava grovan botn, og eru tí sera væl egnaðir til lendisrenning, men rigga eisini fínt til asfalt. So eg komi nokk at brúka teir til vanligar kappingar eisini. Skógvurin vigar bert 216 gr. ein super lættur skógvur.

Tá ið eg fyrstu ferð fór í teir føldist teir nokkso treingir. Teir hava eitt serligt lissusystem, og skal man vera eitt sindur varðin við at stramma ov nógv. Eg gekk í teimum eitt sindur, og royndi tær eisini av á bandinum hjá mær.

Líkindini vóru ikki av teimum bestu leygardagin, so skógvurin var settur uppá prøva beinanvegin. Tað regnaði tá ið kappingin var sett í gongd og bøurin á fløtuni í Hoydølum var sera hálur. Tað hevur jú regna uttan íhald nú í vikur, so ei undur í. Men skógvurin beit seg serliga fastan í lendi og eg merkti einki til at glíða á túrinum.

Næsta kapping verður á Fossánesi um smáar 2 vikur og er tað ein kapping, sum fyri ein part eisini fyrigongur seg í bønum. Tá sleppa skógvarnir aftur at royna seg.

VK 1 – Runt agnið

IMG_9377Nú er nakað síðani seinastu rennikapping; men leygardagin var so sett hol á eina nýggja vetrarkappingin, sum í ár verður stuðla av Tryggingarfelagnum Føroyar, og ber hon tí heiti TF Vetrarkappingin. Fyrsta umfar er sum vant Runt Agnið á Toftum, ein teinur uppá góðar 10 km. Byrja verður við Tofta Skúla, og máli er á Tofta kaj. Børnini renna 5 km, og byrja tey á Rituvíksvegnum, og enda tey eisini á Tofta kaj. Roysnið hevði lænt málportal og ljóðanlegg frá Treysti til dagin, so tað var sera hugaligt at koma í mál.

Eg havi í seinastuni verið nógv darvaður av skaðanum í lyskuni, sum blívur við at spøkja aftur. Eg havi roynt at vant varisliga, men so koma dagar har eg tíverri leggi ov nógv fyri, við vón um aftur at gerast klárur til kappingar. Man er for ótolin.

Eg havi annars sett mær fyri at eg vil royna at luttaka í so nógvum vetrarkappingum sum til ber, so hóast mína eitt sindur ivasomu støðu meldaði eg meg til Runt Agnið. Havi glett meg aftur at sleppa til kappingar. Hevði tó ikki tær heilt stóru vónirnar, men treyðugt so, megnaði eg at renna eina tíð eg eri nøgdur við. At eg so bert var 7 sek frá at røkka einum 3. plássi í veteranbólkinum er bert spell. Men kanska skuldi tað verða so. Um eg visti av at Egil Olsen lá til eitt 3. pláss so hevði eg nokk spíla meg meira út, og tað kundi sagtans havt keðiligar fylgir.

Veðrið leygardagin var av tí allarbesta, luttøkan metstór, omanfyri 80 rennarar, og fleiri kvinnur enn nakrantíð. Tað sæst tíðiliga at lív aftur er komi í Roysnið, felag fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Tað er sera hugaligt.

Runt Agnið er ein sera avbjóðandi ruta, í sera nátturuvøkrum umhvørvi. Aftaná stutta undanbrekku frá skúlanum verður tú tveittur í eina stívliga 2 km langa mótbrekku, so 6 km av undanbrekku áðrenn leiðin verður løgd umvegis Saltnes, har aftur ein seig mótbrekka bíðar tær, seinastu 500 m er undanbrekka, men tá eru ofta lítið eftir í beinunum.

Eg kom í mál við tíðini 42:23, ein væl planlagdur túrur hjá mær, og sera glaður um at eg kundi legga 2 grønar afturum áðrenn mótbrekkuna á Saltnes, men 7 sek skilti meg frá at rana 3. plássi frá Egil G. Olsen, sum rann sera gott hendan dagin.

Aftaná gott brúsubað, var kaffi, bollar og køka saman við hugnaligum práti á skránni, áðrenn fari var til heiðursmerkja handan. Ein sera vælfyriskipan kapping. Flott Roysnið.

Vælnøgdur við Reykjavík Marathon

reykjavik-1

So eru vit klár til start

Aftur í ár var Treysti væl umboða í Reykjavík til Reykjavík Marathon. Í ár vóru vit eitt ferðalag uppá 22 fólk, svarandi til 11 pør. Hetta var ein sera væl fyriskipaður túrur sum Ruth Johannesen við hjálp frá øðrum góðum kreftum stóð á odda fyri.

Vit høvdu ein mega góðan túr. Vit høvdu tað stuttligt saman, ikki at tala um seinasta kvøldi tá við vit fingu vitjan av 2 blámonnum.

Hvat í renningini víðvíkur so havi eg, síðani eg fekk trupuleikar við lyskuni til várkappingina í Runavík, miðvíst arbeitt við at koma í form aftur. Og hevur tað gingið spakuliga framá. Mítt fyrsta mál á vegnum var at renna eina góða tíð á Ólavsøku, og tað eydnaðist til fulnar, eg forbetraði tíðina frá í fjør við út við hálvum minutti. Hetta var sera gott, at hava vit til næsta máli, sum var at taka lut í ½ marathon í Reykjavík. Upprunaliga ætlaði eg at renna heilt marathon í ár, men eg metti ikki formurin var til tað. Vera hatta raska rann harafturímóti heilt marathon.

Veðrið var ikki eins gott sum tað var í fjør. Tá var tað super veður við nógvari sól. Minnist vit eftir renningina lógu og sólaðu okkum á altanini áðrenn vit fóru í býin. Í ár var regn og grátt veður, men tíbetur lítil og eingin vindur.

Eftir at hava sagt nøkur fá orð setti forseti Íslands Ólavur Ragnar Grímsson Reykjavík Marathon 2013 í gongd. Heilt og hálvt marathon rennarnir startaðu kl. 8:40 meðan tey sum runnu 10 km startaðu kl. 9:35. Hóast heldur gráa veðrið so var tað sera gott at renna, ikki for heitt og tað passaði mær super. Eg hevði sett mær fyri at forbetra tíðina frá í fjør, tí skuldi eg halda eina miðalferð niðanfyri 4:12 pr. km. Hetta eydnaðist so at siga allan vegin við undantaki av tá ið eg kom út á 15 km tá er ein eitt sindur avbjóðandi brekka, annars er rutan ógvuliga fløt.

Eg komi í mál í tíðini 1:28:13 og er tað 33 sek betur enn í fjørt, so eg eri ógvuliga væl nøgdur við mítt avrik í Íslandi hesaferð. Hvør veit kanska eg renni eitt heilt marathon komandi ár.

Vera kom í mál aftaná 42.195m við tíðini 4:08:32, sum er ein frálík tíð. Hetta er hennara fyrsta marathon.

Her er leinkja til renningina eg havi skrásetta í Sporttracks.mobi http://sporttracks.mobi/activity/1724380

reykjavik-2

Vera og Ruth síggja út til at hava yvirskot 🙂

reykjavik-3

Máltíðin í Hørpuni var vælsmakkandi – tænarin var eitt sindur bygdasligur