Dubai og hálvt marathon

So var eg aftur her – illa gongs hjá mær at levera ein status um vikuna, eg vil so gjarna, komi bara ikki til tað, men vónin er enn at tað kanska fer at gleppa.  Hetta er so fyrsta dagføring í februar, og heilt fitt er hent síðani seinast. Eitt nú hava eg og Vera saman við góðum vinum vitja Dubai, og runnið vit eitt ½ marathon meðan vit vóru har. Stóra takk til Petur og Jónu fyri fantastiskt gestablídni.

Skíðferian í ár hildin í Dubai

Seinasta ár um hesa tiðina var eg í fronsku alpunum og stóð á skíð, meðan Vera var saman við rennivikunum Ruth og Monu í Dubai. Tær vitjaðu Klaksvíksdamuna Jónu Hammer, og runnið tær eitt ½ marathon meðan tær vóru har. Tær vildu avstað aftur í ár, og hesa ferð skuldu mennirnir sleppa við. Umframt at vitja Jónu og Petur Hammer, so skuldu vit eisini renna sama ½ marathon tær runnið í fjør.

Eg havi ikki verið so raskur at vant síðani Berlin Marathon, tað er bert vorðið til fáa kilometrar um vikuna, men tá ið vetrarkappingin byrjaði 5. nov. við Runt Agnið meldaði eg meg til við tí fyri eyga at fáa gongd aftur á venjingina. Runt Agnið gekk fínt, jólini kostaði eitt sindur, men eg fekk eina fína tíð til nýggjárshálvmarahon, í Sørvági gekk eisini ok, hóast eg her mátti sláa meg til tols við at síggja í baki á Rigmor.

Fekk veruliga gongd á venjingina í Januar, legði góðar 200 km afturum, og hugurin hevur síðani bara verið góður.

So upprann dagurin at leiðin gekk til Dubai. Nógv havi eg hoyrt um hendan stað, um hvussu flott og stórt alt er har, og tað fekk eg sanniliga eisini at síggja. Sjeikarnir allir royna bara at yvirganga hvønn annan. Teir elska at kopiera, og ikki bara kopiera, men teir scalera við faktor 5 til 10. Heimsins hægsti bygningur, Burj Kahlifa er í Dubai. Hann er 827 metrar høgur. Søgur ganga at arbeitt verður við at gera ein bygning, ella kanska heldur eitt monument. sum skal vera 1 km til hæddar.

Heldur enn listarsøvn, so hava tey í Dubai shoppingcentir í hópatal, so tit kunnu ælta hvussu dámirnar hóreiggja sær eina slíka ferð. Í tí eina shoppingcentrinum – Dubai Mall, tað stórsta í heiminum, er eitt risastórt akvarium við tilhoyrandi djóragarði, tað var fantastiskt at síggja. Eg havi tikið hópin av myndum, sum eg hugsaði at geva Elsebeth Mercedis til íblástur til okkara nýggja akvarium vit skulu hava her í Klaksvík.

Í Mall of the Emirates var ein innandura skíðbreyt, sum vit royndi. Hetta kann sjálvandi ikki mála seg við at standa á skíð í alpunum, men eg kann so siga at skíðferian í ár varð hildin í Dubai.

Fyrireikingin í Dubai

Hesa ársins tíð er tað ikki so heitt í Dubai, tað er vetur eins og heima hjá okkum. Vetur har merkir 15 gradir um náttina, og 25 gradir um dagin, so tað er ikki so heilt galið.  Vit komu til Dubai fríggjakvøldi 3. feburar, og skuldu ikki renna fyrr enn lítla viku seinni fríggjamorgun kl. 7. So vit høvdu góða tíð at fyrireika okkum, og tilpassa okkum umstøðurnar. Leygardagin var eingin renning, men sunnudagin bleiv tað til 20 km, her fekk eg ein forsmakk uppá hvat eg kundi vænta mær fríggjadagin. Eg fekk mót uppá at koma undir 1 tíma og 30 minuttir, og havandi í huga at rutan vit skuldu renna var púra fløt, so var tað avgjørt møguligt. Eg keypti nýggjar DS Racer til kappingina, sum eg tíbetur fekk roynt áðrenn.

Race Day – RAK Half Marathon

Hóskvøldi varð farið tíðliga til songar, vit skuldu upp longu kl. 03:30, tí vit skuldu koyra kl. 04:45 fyri at vera í Ras Al Khaimah kl. 6. Renningin byrjaði kl. 7. Men illa gekst hjá mær at fáa blund í eyguni. Eg hevði eina ringa nátt, føldi meg sera sjúkan, serliga var tað pína í bringuni, byrjaði at hugsa um eg kanska hevði eti okkurt óreint, sum hevði við sær hesa pinu. Tá ið klokkan var 03:30, og tíð var at fara upp, hevði eg sovið í 1 tíma. Ikki júst besta byrja uppá kappingardagin. Eg mannaði meg upp, tók 2 panodil afturvið nógvum vatni. Vera og hini hildu at eg ikki nýttist at koma við, um eg føldi meg so illa. Nei ikki uppá vilkor, nú var eg komin hesa longu leið har eitt av málinum var at renna ½ marathon, so skuldi tað eisini gjøgnumførast kosta hvat kosta vil.

Klokkan 4:45 varð fari avstað, Jóna, saman við Monu, Ruth og Veru í einum bili, Jón, Kristmar og eg í hinum bilinum tey hava. Hóast hitin var 17 gradir so føldi eg meg kaldan og ikki í topform. Koyritúrurin til Ras Al Khaimah, har vit skuldu renna tók góðan tíma. RAK Half marathon er nokkso populært, tí rutan er serliga fløt og pengavirðislønir eru til 10 tey fyrstu. So elitan møtir upp, og í ár skuldi gerast heilt serstakt, tí skjótasta kvinnan setti nýtt heimsmet. Heimsmeti hjá monnum var tikið her í februar 2007, tað bleiv tað ikki til í ár, men tað komu 4 menn undir 1 tíma. Heimsmeti hjá kvinnum er í dag 1:05:06 (2017) og hjá monnum 58:23 (2010).

Tá ið vit nærkast Ras Al Khaimah, tikist sum støðan hjá mær er vorðin betur, og eg gerist í betri lag, um tað er virknaðurin av panodilunum, sum nú er í hæddina skal eg ikki siga, men eg fekk móti aftur. Vit parkera bilarnar, og ganga mótvegis startøkinum. Dámirnar hava á orði at tað er munandi heitari enn seinasta ár, tær søgdu at tær frystu meðan tær bíðaðu at sleppa í gongd.

Altíð tá ið starturin nærkast, gera ymiskar kropsmeknismur vart við seg. Gangandi framvið einari moské á veg til startin, síggi eg langa kø, og kann roknað út at tað er ikki bara hjá mær hesar mekanismur ella kanska rættari trongdir gera seg galdandi. Eg smekki meg í køini, komi at standa aftanfyri ein Indara, sum skal renna fyri fyrstu ferð.  Eg standi ikki longi í kø, tað gongur skjótt fyri eg, so er tað mín túrur at sleppa inn á WC í hesari mosku. Eingin pissirenna, tað er jú ikki loyvi at vísa teir virðismiklu likamslutirnir í hesum parti av heiminum. Í rúminum eru eini 20 WC’ið klivar, og so verður tann innasti tøkur, og vakturin gevur tekin um at nú er tað mín túrur. Komin inn geri eg sum eg altíð geri, kanni um nakað pappír er á rulluni. Men hvat ólukkan, har er eingin rulla yvirhøvur, eg velji at fara útaftur og møguliga inn í ein annan kliva fyri at kannað, men har er upptikið allastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Gott nokk sá eg, at menn vaskaðu sær ósedvanliga væl aftaná teirra vitjan á bukkuni, puha eg gjørdi mær mínar tankar, og fór innaftur á WC. Við síðuna av kummuni, sum annars var meinlík teimum vit kenna heimanífrá, hekk ein brúsa. Tað sum eg nú gjørdi havi eg ongantíð gjørt áður, eg sigi bara gott at vatni var lunkað. Tíbetur var sápa í dunkinum tá eg skuldi vaska hendur.

Bíðitíðin til startin tyktist ikki so long, veðrið var gott og ljósi hevði nú vunnið á myrkrinum. Lagi var gott, fólk vóru spent at sleppa í gongd. Okkara startur skuldi verða kl. 07:05, so vit høvdu ikki fingið startnummur so frammalaga. Eg royndi tó at troka meg so langt fram eg kundi. Tað var eitt sindur trongligt teir fyrstu 300-400 metrarnar, men so bleiv rúmligari at renna. Tað vóru 2500 rennarar so tað kann ikki sammetast við tær heilt stóru marathon kappingarnar. Mín fyrsta km, avgreiddi eg uppá 4:11 so tað var bara heilt ok. Eg føldi beinanvegin at hetta fór at vera gott, og kenslan av bara at yvirhála, og stórt sæð ongantíð sjálvur at blíva yvirhálaður var super.

Mín stutta viðmerking er at hetta er so avgjørt besta hálvmarathon ruta eg nakrantíð havi runnið, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða. Eitt fantastiskt ½ marathon við tíðini 1.28.09, 4 minuttir og 13 sekund skjótari enn mín tíð til nýggjárshálvmarathon. Niðanfyri síggja tit hvussu eg rann og kort yvir rutuna.

Berlin Marathon 2016, ein fín jólagáva.

berlin-marathon-2016Tíðin hon strýkur avstað, tað eru nú longu 10 dagar síðan sunnudagin 25. september, tá ið eg saman við fleiri rennivinum úr Klaksvík rann Berlin Marathon. Longu á jólum fingu eg og aðrir menn startnummar til Berlin Marathon 2016 í jólagávu. Konurnar høvdu rotta seg saman, og avgjørt at Berlin Marathon skuldi rennast í 2016, og enntá høvdu tær longt túrin við 3 døgum, soleiðis at vit kundu uppliva eitt sindur meira av Berlin.

Tað vanliga er tá ið man fær jólagávur er at hon kann nýtast altfyri eitt, men soleiðis var ikki hesaferð, gávan kundi ikki nýtast fyrr enn 25. September í 2016, altso 9 mánaðar aftaná hon var latin upp, og treytin fyri at hon kundi nýtast var hart arbeiði fram til sjálvan dagin. Tað er ikki bara spurningur um at fáa startnummari á bringuna, og so renna.

Eg minnist at Vera spurdi um eg var glaður fyri gávuna. Eg haldi Vera hevði vænta at eg fóru at vera meira glaður. Støðan hjá mær akkurát tá var ikki so góð tá ið um renning ræður, formurin var ikki serliga góður, so eitt startnummar til marathon var kanska ikki júst tað eg sá koma.

Tað var einki annað at gera enn at fara í gongd við venjing mótvegis hesum stóra máli, sum Vera hevði krøkt uppá okkum bæði. Á vegnum setti eg mær annað stórt mál, og var tað at renna úr Klaksvík til Havnar til frama fyri Alzheimerfelagið. Ein skuldi trúð at tað riggaði gott saman, men tíverri so kostaði Havnatúrurin, eg mátti brúka næstan ein mánað at koma fyri meg í, og motivatiónin aftaná var ikki rættuliga har.

Eg hevði annars stórar ætlanir við Berlin Marathon, eftirsum mítt fyrsta marathon júst varð avgreitt í Berlin í 2002, altso fyri 14 árum síðani. Eg fekk eina sera góða tíð tá, megnaði teir 42,2 km uppá 3:02:23, og tað var hesa tíðina hevði eg í huganum at sláa. Men so hvørt vit nærkaðust stóra degnum, mátti eg bara ásanna at hetta fór at vera trupult. Eg hevði havt ov stutta tíð til at fyrireika meg í, hóast eg longu var tilmeldaður á jólum.

Tað kundi tykjast sum formurin var góður, tá ið eg fleiri ferðir í summar kláraði at renna skjótt á bæði 5 og 10 km, og skuldi tað tí undir vanligum umstøðum bent á at eg fór at klára ein tíð undir 3 tímar. Men tað sum er avgerandi er um grundformurin er til staðar, og tað var hann ikki hjá mær.

Spurdur hvat tíð eg ætlaði at fara eftir í Berlin, segði eg at máli hjá mær var at renna undir 3 tímar og 10 minuttir, men tað skal eingin loyna vera at eg innast inni vildi royna at klára mína tið frá 2002.

So upprann dagurin, veðrið var av tí fagrasta, vit fóru í góðari tíð av hotellinum við U-Bahn út til startøki, eg hevði fingið tildeilt at byrja í bólki C altso 3. fremsta bólki. Ruth hevði tilmelda meg at klára 2:50 – 3:00, tí var eg placeraður so frammaliga. Tað, sum kanska er eitt sindur keðiligt, um tú ikki er í formi til hetta og byrjar so frammaliga er at tú verður ofta yvirhálaður, og um nakað so er tað mega irriterandi at blíva yvirhálaður, og serliga um tað er av einari kvinnu.

Tíbetur bleiv eg ikki so nógv yvirhálaður at byrja við, ja heilt út á 30-32 km helt mín plan, rann eftir 3:02:23, svarandi til ca 4:19 pr. km, men sannheitin er nokk tann eg rann kanska ov skjótt. Eg tordi ikki at renna ov seint, og eg hevði kreftirnar. Men so aftaná góðar 30 km byrja kreftirnar at ganga undan, og tað er júst her tann nógv umrøddu múrurin kemur inn, tíbetur so fall ferðin ikki so nógv, eg hevði enn tá kreftir at seta ferðina upp tá ið eg var komin ígjøgnum Brandenburger Tor og rann seinastu 200 metrarnir í mál. Tíðin bleiv 3 tímar 5 minuttir og 50 sekund, 3 minuttir og 27 sekund seinni enn í 2002, tað er altso 14 ár síðani, so tað er ikki so galið av einum 50 ára gomlum unglingi.

Ein fín jólagáva, sum eg eri sera glaður fyri. Takk fyri Vera.

Á skíð í Alpe d’huez

picblancHvør minnist ikki til skiðkappingarnar, sum skíðfelagið við Olivur á Norðlýsinum og øðrum skipaðu fyri í Langubrekku. Langubrekka var tá landskend, tað var har allir Klaksvíksingar stóðu á skíð. Hetta var seinast í 70’inum og fyrst í 80’inum, tá ið tað meira enn so kom fyri at kavin lá í dagavís. Seinnu árini hevur roynst illa við liggjandi góðum kavaveðrið, tó so í ár hevur verið av tí frægasta, men nú er so eingin Langubrekka, hon mátti víkja fyri nýggjari útstykking Niðan Horn.

Tað eg minnist til at standa á skíð í Langubrekku, so var tað ikki so nógv ein spurningur um stíl, heldur ráddi tað um at koma oman í ein fart, og umráðandi var at duga at bremsa, tí annars var vandi fyri at tú rendi inn í húsini hjá Olivur og Elsu. Eg minnist til nógvar stuttligar løtur í Langubrekku sum stórur smádrongur.

Ein túrur suðureftir í heitari lond er so avgjørt góður,  og serliga á vetrartíð, men enn betur er at leita sær í alpurnar at standa á skíð. Í 1996 fór eg á fyrsta sinnið, saman við føroyskum ferðalagi, í fronsku alpurnar at standa á skíð, og skuldi hetta verða byrjanin til ein afturvendandi tátt. Eg havi so at siga á hvørjum ári síðani verið í alpunum í januar ella feburar mánaða. Umframt í Fraklandi so havi eg vitja Eysturríki, Sveits og Italia.

Seinasta ár datt tíverri ímillum so longsulin at sleppa í alpurnar og njóta kavaklæddu víddirnar var stórur. Vit høvdu melda okkum til ein av túrunum hjá Tur.fo, men tíverri so valdi teir at avlýsa, so nú vóru góð ráð dýr. Tíbetur so fekk eg í síðstu løti høvi at hekta meg á annað minni ferðalag, bert kallar, so familjan mátti víkja hesaferð.

So 5. februar gekk leiðin til Alpe d’huez, saman við 7 øðrum spentum stórum smádreingjum. Alpe d’huez havi eg vitja fyrr, men tað eru út við 20 ár síðani, so eg minnist ikki so nógv frá tí túrinum, annað enn høga fjalli Pic Blanc, sum er 3330 m høgt. Tað er eitt must at leggja tað undir skíðirnar. Eisini verður sagt um Alpe d’huez, um sólin ikki skínur í Alpe d’huez so er nátt. Alpe d’huez hevur eisini heimsins longsta svarta bana, hann er heilar 16 km langur, hann byrja júst uppi á Pic Blanc á 3330 m hædd.

Hvat í viðvíkur sólini, ja so má eg siga at tað fyri tað mesta var nátt. Vit fingu ein sóldag, og tá ið vit reistu heim var sól. Pic Blanc fingu vit roynt, tað prógvar myndin í hvørt fall, men ikki ein serliga spennandi túrur, tí meðan vit vóru á veg niðan í lyftini køvdi hann av við kavaroki, so vit mátti klóra okkum oman, vit sóu illa nokk hvønn annan. Vit vóru 3, sum tóka hesa avbjóðing. Heldur enn at royna tiltikina tunnilin, so máttu vit taka langa svarta banan, tí tunnilin var stongdur.

Hóast keðiligt veður so var hetta ein frálík skíðferia. Hetta er fyrstu ferð eg havi staði á skíð hvønn dag, eisini seinasta dag. Eftirsum vit ikki skuldu koyra fyrr enn kl. 17, so bar tað til. Næsta ár so má tað blíva ein familju túrur. Livst so spyrst.

 

 

Nýggjárslyfti vs. at seta mál

Berlin Marathon

Nú eru jólini við at vera av fyri hesa ferð, og um nakrar heilt fáar dagar skulu vit aftur venja okkum við at skriva eitt nýtt árstal, 2016. Allur desember mánaði er at kalla eitt etigildi, har vit fyrireika okkum til stóri matfestina, sum jólini í veruleikanum er.

Hetta er eisini tíðin vit gera nýggjárlyftir, og ógvuliga nátturligt aftaná eti festivalin mikla, so er tað lyfti um at fara niður í vekt, sum toppar listan yvir nýggjárslyftir.

Eg havi eisini, sum so nógv onnur hesa ársins síðstu tíð givið mær nøkur nýggjárslyftir, men hetta eri eg hildin uppat við, tí á hvørjum ári er tað hent at eg havi broti míni nýggjárslyfti, og at bróta givin lyftir er nakað lort, niðurtúrur big time.

So heldur enn nýggjárlyftir, so royni eg at seta mær mál, og tað riggar munandi betur. Málini nýtast ikki at vera so høg. Kenslan av at náa eitt mál, litil ella stórt, er super. So góði tit leggi av at geva tykkum nýggjárslyftir, seti tykkum heldur mál tit meta tit kunnu røkka, og kensla av at náa sett mál skal nokk geva tykkum blóð á tonni at seta hægri mál.

Eg fekk startnummar til Berlin Marathon í jólagávu frá Veru, so hon hevur givið mær eitt mál at røkka í 2016. Eg kann so seta mær annað mál um at náa eina ávísa tíð. Lat okkum nú síggja. Eg fari nokk eisini at seta mær onnur mál og tað skal eingin loyna vera, at vektin so avgjørt er eitt av teimum.

Eg vil ynska tykkum øllum gott nýggjár og takk fyri 2015.

Kópablóðið rennur enn í æðrunum

sjúrður skaale heldur røðuÍ dag er mín elskaða kona Vera á Syðradali á Kallsoynni. Hon og yngra dóttir okkara Tórfríð fóru við Sam kl. 14:15, yvir at vitja Marjun, sum saman við manninum Dánjal Kalsø eigur hús á Syðradali.

Sam hevur nú í fleiri dagar siglt fullfermdur við bæði fólki og bilum. Orsøkin er Kópakonudagurin, sum var í gjár. Tað kann ikki annað sigast enn at kópakonan, sum bleiv reist nú fyri gott einum ári síðan hevur verið ein sonn sólskinssøga, sum hevur sett Kallsoynna og Føroyar alt á verðinskorti enn einaferð.

Í gjár var sum sagt kópakonudagur, ein hátíðardagur fyri alla oynna. Hóast Kopakonan stendur so vøkur í Mikladali, so er hon sanniliga ímyndin av Kallsoynni, og nú vónandi eisini eitt sindur ímyndin av Føroyum og føroyingum.

Eg var tíverri ikki til dagin í gjár, og má eg eisini eitt sindur lotur viðganga eg enn ikki havi sæð meistaraverki live, so tað eigi eg á.

Eg læs røðina, sum Sjúrður Skaale helt í samband við dagin. Ein røða sum eg vil viðmæla øllum at lesa. Norðlýsið skrivar at láturin og lógvabreistirnir mundu ongan enda fingið. Les røðuna og tú kanska fært eitt petti av somu kenslu. Tað gjørdi eg í hvussu er.

Her er leinkja til røðuna sum stendur at lesa á Norðlýsinum: http://www.nordlysid.fo/kopablodid+rennur+enn+i+aedrunum.html

Stockholm halvmarathon 2014

stm-1Nú er nakað síðani eg skrivaði her á síðuni, og er orsøkin ikki at eg havi gron yvir eitt vánaligt avrik í Stockholm.

Vit hava havt nakrar sera hugnaligar dagar í Stockholm saman við góðum treystum fólki. Onkur hevur runnið, meðan onnur bara hava notið at hava frí frá dagliga resinum.

Veðrið meðan vit vóru í Stockholm var super, og dagin vit runnið var super veður. Fyrstu rennarnar, tey sum vóru í bólki A vóru skotin í gongd kl. 15:30, og bólkur B sum eg hevði strítt meg fram til bleiv skotin í gongd 5 minuttir seinni kl. 15:35. Eg stóð annars til at byrja í bólki G og skuldi hann ikki setast í gongd fyrr enn kl. 16:00. Ikki gott av vita hvat eg havi gjørt galið tá eg havi melda meg til, tí við tilmelding uppgevur tú væntaða sluttíð, og verður tú settur í bólk hereftir. Men eg fekk saman við Ellu, Monu, Jón og Jan troka meg fram til bólk B. Jón og Mona skuldu starta í B, meðan Ella skuldi starta í A saman við elituni. Hon segði at Álvur hevði melda hana til, hann hevur duga mátan. Men Ella valdi at starta saman við okkum í bólki B.

Eg sigi bara tað var gott eg fekk troka meg fram í startbólk B, tí her var ríkiliga trongligt, og trupult at fáa neyðugt rúm at renna í. Eg hevði sett mær fyri at renna undir 1 tíma og 30 minuttir, og hetta eydnaðist mær eisini, hevði ein lítlan dreym um kanska at koma undir 1:28 men hetta var í formur ikki nógv góður til. Tíðin hjá mær bleiv tá ið avtornaði 1 tíma 29 minuttir og 11 sekund. Eitt góðkent avrik.

Um kvøldi fóru vit øll samlaði á fína matstova at eta eina betri máltíð, tá ið hon var avgreidd var ikki nógv krút eftir í fólkunum, so flestu valdu at fara at fara á hotelli á sova. Stockholm er ein sera hugnaligur býur við hópin at áhugaverdum kendum støðum. Sunnudagin valdu vit at vitja Vasa museum sum er eitt must, og tað var sanniliga eisini eina vitjan verda. Vit brúktu fleiri tímar har, skamt frá Vasa musem liggur, ABBA the museum, og sjálvandi skuldi vit vitja. Vera er forsvorðin ABBA fjeppari. Tað var sera stuttligt.

Mánadagin brúktu vit í býnum, t.d. gingu vit til “Gamla stan” sum er sera merkisverdur og avgjørt ein av støðunum man eigur at vitja um man er í Stockholm.

Týsdagin flugu vit til Keypmannahavn, og møttu vit har Sólrun og Tórfríð, sum komu úr Føroyum seinni hendan dagin.

Mikudagin byrjaði so seinni partur av hesari ferð ein vika á Gran Canaria saman við gentunum, Marjun og Dánjal, og Ruth og Kristmar.

Vitjan á Skeiðsdeplinum í Skálavík

Í gjár var eg í arbeiðsørindum á Skeiðsdeplinum í Skálavík. Tað er ógvuliga langt síðani eg havi verið í Skálavík, satt at siga minnist eg meg ikki hava verið har. Nakað havi eg hoyrt um hendan skeiðsdepilin, sum Eiler Jacobsen, Sáli, lat byggja, um hvussu flottur og  innbjóðandi hann er. Eiler náddi tíverri ikki at síggja depilin lidnan.

Depilin liggur beint áðrenn bygdina,  í sera nátturuvøkrum lendi. Hendan dagin eg vitjaði var veðrið sera gott, sólin skein og vindurin var at kalla eingin. Vit sótu uttanfyri eina løtu og fingu okkum ein kaffimunn.

Eg fekk eina rundvísning á deplinum, og má eg siga at hann er at samanlíkna við eitt fleirstjørna hotel. Her eru allir hentleikar ein kann ynskja sær, og møguleikarnir hjá børnum eru nógvir, bæði inni og í vøkru nátturuni depilin liggur í. T.d. er stórur salur til børnini at spæla í, salurin er útgjørdur við alskyns amboðum. Á terassuni eru 2 hitapottar, og sum eg skilti vera teir nógv brúktir. Sjónvarp við televarpi er á hvørjum kamari.

Eg má siga eg veruliga fekk hug at vitja aftur her við familjuni. Vitja heimasíðuna hjá teimum um tú hevur fingið brell og vil vita meira www.depil.fo

Í Svínoy við Várró

Leingi hava Rutt og Vera tosa um at vit skulu fara ein túr til Svínoyar við fína seglbátinum Várró. Í gjár gjørdist hetta so veruleiki. Veðrið hevur nú í fleiri dagar ikki var nakað serliga, men nú helt Jóhan Páll at útlitini sóu betur út. So avgjørt var at fara ígjár kl. 18. Roksut sum vit eru vóru vit ikki á Borðoyarvík fyrr enn beint áðrenn kl. 19.

So var lagt frá landi, við í  ferðalagnum vóru Rutt, Jóhan Páll og abbadóttirin Rutt, so vóru vit øll Vera, eg, Sólrun og Tórfríð. Veðrið var bara okey út eftir víkini, og tá serveraði Rutt lekra tomatsuppu. Men tað gekk ikki leingi so fór at rulla, Ikki frítt at tað var lítið um damurnar umborð. Hjá onkrum var suppan illa nokk komin niður. 🙂

Umleið kl. 21:30 stýrdi Jóhan Páll hegnisliga stóra bátin inn í lítla bátahylin í Svínoy. Tað var eitt sindur av manureri at fáa bátin at liggja eftir sum har var nógvur súður. Tá ið báturin var komin at liggja beyð skiparafrúan okkum til eina frálíka máttíð.

Aftaná eina góða máltíð gingu vit øll ein túr yvir í bygdina. Eg havi sjálvur ongantið verið í Svínoy. Tað sigst einaferð hava búð meira enn 200 fólk her, men tað kann ikki sigast um ídag. Tað var ljós í nøkrum heilt fáum húsum og tað er hásummar, so uttan iva er talan um fleiri sum halda summarfrí.

Vit fóru inn í gomlu dansistovuna sum var opin. Hendan var bygd í 1908. Dansurin hevur uttan iva mangan gingið listiliga inni her. Eisini gjørdu vit brúka av góðu wc umstøðum ið eru gjørdir til tann ferðandi.

Komin aftur í bátin fingu vit okkum ein góða drekkamunn. Klokkan mundi nærkaðist 2 áðrenn vit avráddu at legga leiðina heimaftur. Nú var veðrið vorðið munandi betur. Damurnar løgdu seg at sova meðan eg sat á dekkinum og prátaði við skiparin. Vit sigldu í júst 2 tímar, úr bátalylinum í Svínoy í bátahylin á Borðoyarvík.

Ein sera hugnaligur túrur var komin at enda. Stóra tøkk til Rutt og Jóhan Páll.