Japan og Tokyo Marathon 2019

Fyri at kalla seg “Six Major’s finisher” so er neyðugt at fáa lagt Tokyo Marathon undir sínar føtur, og tá ið hetta er eitt av mínum málum so varð avgjørt longu í mars mánað í 2018 at vit skuldu til Tokyo at renna marathon í mars 2019. Tað er trupult at fáa startnummar til Tokyo Marathon tí mátti meldast til í góðari tíð.

Hópurin hjá okkum, sum hevði valt at melda seg til hesa marathon renning taldi 7 pør, men tíverri so mátti eina pari bert fáar dagar áðrenn fráferð, melda avboð.

Tá ið tað var melda til so langt frammanundan, hevði eg líkasum hug at útskjóta seriøsa venjing. Eg hugsaði eg havi góða tíð, men tíðini líkt so gongur hon skjótt og áðrenn eg vistu av, so var næstan ov seint at fáa gongd á venjingini. Ofta verður tikið til at tað skal vera pláss fyri einari punktering, altso ein skaði kann gott stinga seg upp, og so var eisini hjá mær.

Eg byrjaði mína marathon venjing í oktober. Frá at hava runnið lítið mánaðarnar frammanundan so økti eg venjingina til heilar 350 km í oktober, og mín sann um eg ikki punkteraði, fyrst í november mánað fekk eg skinnabeinsbruna, og hetta gjørdi at eg ikki rættuliga fekk gongd aftur á vengjingina fyrr enn í desember. Og mítt sera amitiøsa mál um at koma undir 3 tímar var nú veruliga í vanda.

Eg fekk tó vant væl, og kom yvir skaðan, og faktiskt hevði eg góðar vónir um at eg fór at klára at koma undir 3 tímar.

Vit fóru úr Danmark seinnapartin mikudagin 27. febuar, og lendu í Tokyo 11 tímar seinni, og tá ið klokkan skuldu flytast fram 8 tímar var tað longu blivi hósdagur, og ein heilur dagur lag fyri framman. Eg fekk ikki sovi nógv í flogfarinum, sum annars ein skilamaðurí Havn, sum hevði roynt Tokyo Marathon, legði mær eina við, at tað var gott at fáa nakrar tímar í flogfarinum fyri ikki at vera so troyttur tá ið vit komu til Japan.

Um túrin sum heild kann eg siga at hann var eitt satt upplivilse, og heilt sikkurt kunnu vit millum annað takka okkara super góða ferðaleiðara Ethan fyri tað. Hann er upprunaliga amerikanari, men flutti sum smádrongur til Danmarkar, er giftur japnaskari kvinnu og tosar japanskt flótandi. Hann segði okkum at hann hevði verið trummusláari í Danmarks Radio Big Band í heili 27 ár, og hevði í sínum ungu árum verið í Føroyum og spælt jazztónleik. Stuttligt at hoyra hann siga frá um Japan, eisini eitt fornoyilse at vitja ymisk japansk matstøð, hann hevði valt út. Vit veruliga upplivdu Japan saman við einum Japan kennara.

Vit høvdu nakrar dagar at fáa døgnrytmuna uppá pláss, so tá ið sunnudagurin kom vóru vit mentalt til reiðar at leggja gøturnar í Tokyo, heimsins stórsta býi, undir okkara føtur. Men veðurguðarnir vóru ikki á okkara síðu, so tá ið vit koyrdu til startin, og meðan vit bíðaðu at vera sett í gongd, regnaði tað illa og tað var nokkso kalt, einar 6 gradir. Ikki júst bestu umstøður at renna eina góða tíð.

Eg og Henry Olsen skuldu starta saman, so vit fylgdust til startin, tá ið eg hevði ynskt honum góðan túr og startskoti var lati, sá eg ikki í halaferðina á Henry, og hann kláraði eisini at renna eina fína tíð, so mikið góða at hansara six major í snit er undir 3 tímar, tað er sera flott. Hjá mær gekk fínt, helt eg, inntil eg legði til merkis at mítt ur slettis ikki gav mær røtt data at renna eftir. Tá ið eg kom í mál hevði eg sambært urinum runnið 44 km. Eg skuldi heldur havt sligi autolap frá og hildi meg til km skeltini. Hetta er so eina áminning til næstu ferð. Mítt garmin toldi nokk ikki øll háhúsini og øll fólkini.

Men hóast alt so eri eg sera væl nøgdur við mítt avrik, eg rann nokkso stabilt, burtursæð frá teimum seinastu 5 km, tá ið eg nokk innsá at tað ikki fór at eydnast mær at røkka málinum eg hevði sett mær. Eg kom í mál við tíðini 3 tímar 4 minuttir og 37 sekund (3:04:37) og eg eri nøgdur.

Tað regnaði illa tá ið vit komu í mál, og vegurin eftir posanum við skiftuklæðum, vit høvdu lati inn, var ein sonn marra, sera kalt og langt at ganga. Tíbetur so fann eg ein ovurfegna Henry við sínari six star medalju, vit fylgdust til stóra høll har vit fingu okkara skiftuklæðir. Vit høvdu á orði hvussu stóran týdning veðrið hevur, um tað hevði verið sól og einki regn so hevði tað verið eitt spæl at ganga eftir klæðunum. Eg fari tó ikki so langt at siga at eg hevði komi undir 3 timar um veðrið hevði verið betur, men kanska hevði eg runnið 1 minutt betur. Mín venjingarstøða var ikki til eina tíð undir 3 tímar má eg bara ásanna.

Nú er so Tokyo Marathon avgreitt, og manglar mær bert 2 fyri at eg kann kallað meg Six Star Finisher. Um lív og heilsa vil tað, so renna vit Chicago Marathon 13. oktober í ár og ætlandi so renna vit Boston Marathon í 20. apríl 2020.

Restina av túrinum í Japan vóru vit vanligir turistar og undir kønari leiðslu av Ethan, vitjaðu vit gamla høvuðsstaðin Kyoto við sínum túsundtals templum, vit sóu eisini Hiroshima, har sóu vit einastu veitveittu húsatoftini eftir atombumbuna, og vit vitjaðu eisini eina heilaga oyggj.

Vit høvdu ein fínan túr í Japan og Tokyo marathon var bara heilt ok, rutan er fløt og góð, men veðrið má sær sjálvum ráða.

Og dagurin er í morgin

Einaferð var tað eitt heilt ár til vit skuldu renna Tokyo Marathon, og tað tyktist vera lang tíð síðani. Men ikki veit eg, um heilt fáar tímar verður Tokyo Marathon 2019 skoti í gongd.

Tað verður ofta tikið til at tíðin gongur skjótt, ja alt for skjótt. Áðrenn vit varnast so er eitt ár gingið, og ofta so spyrja vit okkum sjálvi hvar bleiv tíðin av. Mín meining á hesum øki er at avbjóðingin hjá okkum øllum er at fylla meiningsfult innihaldi í okkara gerandisdag, og á tann hátt kunna líta aftur á farna tíð og minnast, minnast á ríkar løtur saman við øðrum menniskjum. Afturfyri vil kenslan av at tíðin gongur skjótt følast annarleiðis.

Vit ferðast jú øll gjøgnum lívið, og skal lívið geva meining eiga vit at seta okkum mál, størri og smærri. Hetta gera flest fólk eisini, men kanska einamest ótilvitaði mál.

Nú eg siti her á gistingarhúskamarinum í Tokyo bert fáir tímar áðrenn Tokyo Marathon 2019 verður skoti í gongd, líti eg aftur á farna ári og hugsi um alt arbeiði sum liggur aftanfyri í strembanini at náa einum tilvitaðum máli eg havi sett mær. Í morgin kl. 9:10 skal eg standa royndina, og vónandi smáar 3 tímar seinni kann eg heysta fruktirnar, eydnast tað ikki gerst ikki við.

Eg havi vant miðvist og sum eg fyrr havi sagt so haldi eg at venjingarstøðan er til at røkka mínum máli at renna undir 3 tímar, tað nýtist bara at vera 1 sek undur.

Alla hesa vikuna hava vit øll sum skulu renna dúgliga hugt inn á ymiskar veðurtænastir, og alt tíðir uppá at veðri verður einki serligt. Tað verður boða frá regni og hitin tá ið vit byrja verður einans 5 stig. Føroyskt veður. Vónandi verður tað ikki so galið hóast alt.

Nú klokkan nærkast midnátt her í Tokyo fari eg at siga góða nátt og takki eg fyri øll góðynski og stuðul mær og okkum er veittur.

Hoyrast í morgin.

Tokyo Marathon – 2.59.59 ?

Nú nærkast av álvara til vit leggja longu leiðina eystureftir heilt til Japan at luttaka í Tokyo Marathon, sum verður skoti í gongd sunnudagin 3. mars.

Vit eru 7 pør øll ætta úr Klaksvík, sum hava valt at taka hesa stóru avbjóðing á okkum. Í nógvar vikur hava vit hvør í sínum lagi, og onkuntíð saman, vant miðvíst fyri at kunna verið so væl fyrireikiði at møta hesari stóru avbjóðing, sum eitt marathon er.

Longu í mars mánað í fjør varð avgerð tikin um at renna marathon í Tokyo í mars 2019, og eg havi síðani oktober vant miðvíst fyri at gera meg so klára sum eg kann. Tankin at byrja við var bara at gjøgnumføra við einari so góðari tíð sum gjørligt. Eg vanda nógv í oktober, og venjingin gekk óføra væl, rann 350 km í oktober, tað eru fleiri ár síðani eg havi runnið so nógv uppá ein mánað. Eg byrjaði at spæla við tankan, um eg ikki átti at seta mær hægri mál, enn bert at gjøgnumføra við einari góðari tíð.

Eg havi 2 ferðir megna at runni 42,2 km langan teinin undir 3 tímar, báðu ferð í London, seinast var í 2004, tað er also 15 ár síðani, og tá var eg bert 38 ára gamal, eg rann London Marathon uppá 2 tímar 54 minuttir og 20 sekund. Eg gjørdi eina roynd aftur í 2010 í New York, stórsta marathon kapping av teimum øllum, við yvir 50.000 luttararum. Eg hevði fyrireika meg væl, men tað var ikki nokk, hóast tað manglaði lítið í, so kom eg ikki undir teir magisku 3 tímarnar. Tá ið eg kom inn í Central Park sá eg at klokkan vísti 2.59 okkurt, og mátti bara ásannað at eg ikki fór at megna at koma undir 3 tímar. Eg kom um málstrikuna við tíðini 3 tímar og 16 sekund.

Tá ið eg nú hevði sett mær hetta máli, merkti tað at nú mátti eg venja enn meira miðvíst, og hevur tað gingið næstan sum eg ætlaði, burtursæð frá 10 døgum fyrst í november tá eg, uttan iva orsakað av yvirvenjing í oktober fekk skinnabeinsbruna. Eg havi ikki tolt ógvusliga økingin av kilometrum í oktober, hetta burdi eg sum royndur rennari vita. Høvdi fylgir ikki altíð við, hugsi sum ein unglingi, og gloymi at árini eru also vorðin 53.

Nú bert 2 vikur eru eftir, er bert at vóna at arbeiði eg havi lagt í at gera meg kláran ber á mál. Hóast ofta keðiligar venjingar umstøður í vetur, so havi eg megna at hildi meg til mína ætlan. Gott at eg havi kunnað brúkt rennibandi hjá Jórun, systir mínari. Nú ræður tað um at trappa niður, renna færri kilometrar, soleiðis at kroppurin er úthvíldur og tilreiðar at bjóða Tokyo Marathon av.

Eg fari at royna at leggja út her á síðuna kunning frá ferðalagnum so tit kunnu fylgja við.

Skechers Performance nýggjárshálvmarathon

Ársins fyrsta rennikapping er nýggjárshálvmarathon, um líkindir eru til tess verður hon hildin fyrsta leygardag í nýggja árinum. Tað er komi fyri at neyðugt hevur verið at útsett eina viku, men tað er ikki ofta tað er hent. Har afturímóti hava vit manga runnið í keðiligum veðrið.

Starturin hevur verið miðskeiðis á vegnum oman til Funningsfjørð og máli hevur verið úti á kajina á Toftum. Í fjør var so teinurin broyttur soleiðis at byrja var frá bygdini, og máli varð við Bylgjuna í Runavík. Aftur í ár var ein lítil justering gjørd soleiðis at máli var við Skúlan við Løkin. Hetta uttan iva fyri at hava betur umstøður tá ið luttakarnir koma í mál. Eitt gott vit at rutan er broytt er at vit  nú sleppa undan keðiligu brekkuni úti á Toftum beint áðrenn mál, men vit sleppa tó ikki undan Birgisbrekkuni, sum tey flestu stúra fyri.

Í ár valdi eg at leggja eitt sindur hart út, og skuldi tað vísa seg at vera ein góð avgerð. Eg var nokkso spentur uppá um mín skinnabeinsskaði fór at gera um seg aftur nú eg skuldi kappast, tíbetur so helt skinnabeini allan vegin, og eg havi ikki merkt nakað til skaðan aftaná, so tað er sera positivt og gevur mær góðar vónir til Tokoy. Eg kom at liggja saman við Niels Poulsen, sum eg mangan havi kappast við fyrr, sum oftast hevur hann drigi longra stráði. Eg spurdi hann hvørjar ætlanir hann hevði, og tá ið hann tosaði um 4:10 í snitt metti eg at hetta fór at passa fínt til mína ætlan, men tá ið vit høvdu runnið einar 8 km kláraði hann ikki ordiliga at hanga í, so eg valdi at fara frá honum og eg fekk eisini tikið Magna Pagna, Magni er íðin triathletur, prátaði eina løtu við hann, og so var eg at kalla einsamallur heilt til 18 km tað er stutt eftir tað øgiligu Birgisbrekkuna. Beint áðrenn Birgisbrekkuna var ein vatnpostur og nýtti eg tá høvi at hyggja afturum, og eg sá ongan kappingarneyta, men har skuldi tó vísa seg verða ein sum lá og lúrdi, og aftaná fortaldi hann mær at Birgisbrekka var tað sum gjørdi at hann fekk mót uppá at fáa meg aftur. Hevði eg bara vita av tí.

Við gott 18 km kemur Hallur Holm at kalla stórleypandi, og eg megnaði ikki at svara aftur, kláraði tó so dánt at hanga í honum og áðrenn hann fór fram við mær fekk eg so mikið burturúr honum at nýttist ikki at óttast at nakar annar fór at yvirhalað meg tí eingin hevði hesa ferðina. Men ikki frítt eg var eitt sindur argur at verða tikið soleiðis beint áðrenn mál.

Eg eri sera væl nøgdur við mítt avrik, og sigur hendan kapping mær at mín miðvísa venjing gevur úrslit, og eg havi gott mót um eitt gott Tokyo Marathon 3. mars.

Vit fingu heitt brúsubað í Bylgjuni og so til vælsmakkandi suppu og køkur og kaffi og te áðrenn heiðursmerki vórðu handaði. Eg kláraði meg so mikið væl at eg kom á skammilin sum nr. 3 í veteran bólkinum.

Vera luttók eisini og kláraði hon seg heilt væl, hon kom undir 2 tímar. Hennara tíð var 1.58.37 so hon var væl nøgd.

 

Stóra takk til Roysnið fyri super væl fyriskipa tiltak.

Her eru nakrar myndir frá renningini. Okkara trúgvi Jóannes Poulsen tók myndirnar.

 

 

Gleðilig Jól og Tokyo here we come

Seinast eg skrivaði her var jólaaftan fyri júst einum árið síðan, havi havt ætlanir um at skriva regluliga, men tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt. Men eg fari nú at geva mær eina avbjóðing um at skriva regluliga, og hugsi eg serliga um at skriva um hvussu tað gongur við fyrireikingunum til Tokyo Marathon 3 . mars 2019.

Vit eru 7 pør, sum síðst í februar skulu ferðast longu leiðina til Tokyo fyri at luttaka í marathon sunnudagin 3. mars. Nú vit skriva 24. desember 2018 eru 69 dagar til vit renna í gøtunum í Tokyo, also minni enn 10 vikur.

Eg legði bragdliga út við venjingini í oktober, rann heilar 350 km, og hevði tað eisini sín prís við at eg fekk skinnabeinsbruna. Eg má hava gloymt at 52 er ikki tað sama sum 25. Hetta merkti at eg mátti halda frí í heila viku í november, og annars seta mongdina niður. Í novermber rann eg tí bert 196 km. Nú 2018 syngur síðast vers eri eg so dánt komin aftur á slóðina, og í seinastu viku fekk eg lagt 76 km afturum við einum 25 km langum túri í gjár. Um alt gongur sum ælta so vænti eg at klára 250 km í desember.

Dagurin í dag byrjaði við at renna hugnaligu árligu kirkjurenningina saman við Treysti. Klokkan 9 møttu 60-70 treyst fólk í badmintonhøllini, fyri síðani at verða koyrd av Askham bussum norður til Kunoyar. Eftir at hava tikið i hurðini í Kunoyar Kirkju gekk leiðin teir 11,6 km inn til Klaksvíkar har tikið var í hurðina á Christianskirkjuni. Treysti bjóðaði so til morgunmat í bakarínum Amarant. Hugaligt at byrja dagin við rennitúri, tað er sum samvitskan er betur at seta seg til borðs at eta jóladunnuna og alt tað góða sum til har hoyrir.

Jól er høgtíðin yvir øllum høgtiðum, og jólaaftan hátíðarhalda vit at Jesus barni var borið í heim, lítla fitta Jesus barni, sum ikki var pláss fyri í tilhaldshúsinum.

Eg vil hervið ynskja øllum mínum vinum og kenningum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Vónandi verðir meira at frætta frá mær í nýggja árinum.

Gleðilig Jól

Nú er næstan jól, men øll renna og tuska til tað síðsta. Er nú alt komi uppá pláss, hvat manglar, hava vit minst til alt, hvussu var tað nú, skulu vit hava waldorfsalat, og hava vit tilfar inni, okey kanska hevur onkur kiosk opið jólaaftan so vit kunnu fáa hendur á tí allarsíðsta, sum manglar.

Ja soleiðis giti eg at nógv hava tað nú vit skulu til at halda jól, tó so, so vil eg siga at í ár, er av teimum heilt frægu her á Traðagøtu 25 í Klaksvík. Dunnurnar eru stoktar, og rísingreyturin er kókaður. Í morgin er tað so bara eplini, brún og hvít, og so sósin sjálvandi.

Morgindagurin byrjar annars, sum siður er, saman við øðrum Treystum fólkum við kirkjuna í Kunoy. Vit renna til Christianskirkjuna, og so á bakaríið til morgunmat, so kunnu jólini gott koma.

Nú klokkan er farin gott av væl av midnátt, fari eg at ynskja øllum mínum vinum og kenningum eini Gleðilig Jól. Njóti nú jólafriðin, og gleðist saman við teimum tú elskar.

New York Marathon 2017

Tá ið tú rennur New York marathon so skal tú renna yvir 5 brúgvar og í gjøgnum 5 býarpartar. Men Brooklyn bridge er ikki ein av brúgvinum, hana gingu við yvirum týsdagin.

Fyri sløkum ári síðani syrgdi primus motur Ruth Johannesen fyri at vit fingu startnummur til New York marathon 2017. Tað vísir seg at tað Ruth stingur út í kort verður góðtikið uttan stórvegis hóvastak. Gott at vit hava Ruth til at draga stóra lessi.

Nú flestu eru farin til guðstænastu her í grannalagnum havi eg sett meg við telduna fyri at hugaleiða eitt sindur um okkara vitja her í USA, sum byrjaði við at vit runnið New York marathon seinasta sunnudag.

Umvegis Keflavík lendu vit í JFK floghavnini í New York seint fríggjadagin, og stórvegis annað enn at koma á hotelli hendi ikki hendan dagin. Tíðliga leygarmorgunin gekk leiðin á messuna, at heinta startnummar. Øll fingu sær eitt vikukort til The Subway, sum vit hava havt stóra gleði av meðan vit vóru í New York. Um kvøldi fóru fleiri av okkum til pastaparty í Central Park, seinasta máltíðin áðrenn stóra slagi.

Tíðarmunurin uppá 5 tímar hevur gjørt tað at vit eru vaknaði sera tíðliga hvønn morgun meðan vit hava verið her, og tað hevur verið super, eftir sum vit tískil hava útnytta dagarnar fult út. Sunnumorgun vórðu vit longu avheintaði á hotellinum kl. 5:35, veðrið var gott, men sera sera kalt. Men hetta vóru vit fyrireikaði uppá so vit vóru væl ílatin. Ti vit bíðaðu í einar 2 tímar úti á Staten Islands til skoti var til start.

Eg hevði startnummar 3825 og skuldi eg starta í fyrstu grønu bylgjuni kl. 9:50. Mín stórsta avbjóðing tá ið man fer inn í startøki er neyðin at sleppa av við vatni. Tað vísir seg sum um  man vil pissa allatíðina. Hálvan tíma áðrenn startin verður man sleptur út á Verrazzano brúgvina har eingi toilettir eru, og tá verður eisini sagt at um man pissar á brúnni og verður uppdagaður kann man blíva kolldømdur. Men tá ið man skal so skal man, so eg breyt reglurnar, eg trokaði meg út til síðina, hugdum um onkur vaktur var har, so lat eg vatni falla. Fleiri við mær gjørdi tað sama.

Klokkan 9:50, aftaná eina stutta talu frá formanninum í New York Road runners og amerikanska tjóðsangin, var fyrsta bylgja skotin í gongd, við Frank Sinatra, syngjandi kenda sangin New York, New York. Leiðin gekk vegis fyrstu brúnna Verrazzano brigde gjøgnum gøturnar í New York. Stemningurin var fantasktiskur at kalla allan vegin. Burtursæð frá brúgvinum og býarpartinum Williamsbourgh var rómurin frá áskoðarum fantaskiskur. Í Williamsbourgh búgva fyri tað mesta ortodoksir jødar, og teirra religión loyvir ikki at útvísa begeistring, tískil var tað ógvuliga friðarligt í hesum býarparti.

Eg føldi meg serstakliga væl heilt fram til 30 km og hetta undraðist eg satt at siga yvir, eg legði hart út, og tað føldist ikki so hart, eg valdi ikki at seta ferðina niður eftisum eg hevði eina vón um at eg kanska fór at halda, mín ½ marathon tíð var so 1:27:31. Men tíverri so skuldi ikki verða, trøðini vaksa ikki inn í himmalin, tá ið eg kom á Willisbridge, føldi eg fyrstu ferð rættuliga møði, sera tungt at koma tvørtur um, yvirhálaður av fleiri, eisini kvinnum. Eg mannaði meg tó upp, men hvatr var einki at gera, eg mátti, broyta mína ætlan og góðtakað at tað var ikki á hesum sinni eg komi undir 3 tímar, mítt loyniliga mál. Nú ráddi bara um at klára mítt officiella mál um at koma undir 3 tímar og 5 minuttir.

Á so at siga øllum vatnpostum fekk eg mær at drekka, og longu við ½ marathon valdi eg eisini at taka energi drinks, og tá ið bananir komu á banan við 35 km valdi eg eisini at taka av tí tilboðnum.

Gott nokk havi eg runnið í New York í 2010 og veit eg at tað er ein tung ruta, men faktiskt er hon nógv tyngri enn eg havi givið mær far um. 4 av brúgvinum eru tungar at koma tvørtur um, eisini er fitt av mótbrekku, og endin er ikki akkurát eitt uppløb har til ber at seta ferðina upp.

Eg megnaði at halda ferðini so nøkurlunda, fekk enntá sett ferðina eitt sindur upp seinastu 2 km, soleiðis at tá eg eg kom um málstrikuna segði urið hjá mær 3 tímar 4 minuttir og 09 sek. Eg var í knúsi, er ikki ov nógv sagt, men eg náddi setningin, so eg eri avbera væl nøgdur. Við eitt sindur fleiri kilometrum í beinunum hevði eg kanska megna mítt loyniliga mál, men tað fáa vit so ikki svar uppá á hesum sinnið.

Vit hava so dagarnar aftaná marathon renningina reika runt í New York, sæð ymisk kend støð, eti ósunnan amewrikanska mat og sum eg nevndi fyrr var íløgan í vikukorti til The Subway ein góð íløga, sum vit øll gjørdi dugliga brúk av.

Fríggjadagin gekk leiðin til Washington, her hava vit sæð fleiri kend støð, har í millum hvítu húsini.

Ein væleydna marathon feria er komin at enda, vit sita nú í bussi á veg til internationala flogvøllin í Washington.

Nær kemur rennibreytin?

So skuldi tað ganga ein heil vika til eg aftur setti meg við tastaturi at skriva nakrar linjur. At fáa mína skriving at blíva ein dagligan vana er lættari sagt enn gjørt.

Nógv er hent hesa seinastu vikuna, eitt er so at tað er ein vika styttri til marathon í New York. Eg havi runnið nógvar kilometrar, sunnudagin rann eg í heilar 3 tímar, fekk 38 km í beinini, og var tað ein fín venjing. Eg hevði tað fínt aftaná, kann merki at formurin er við at vera har. Helt frí mánadagin.

Í góðveðrinum týsdagin rann eg 12 km saman við mínum góða vini Pól Sundskarð. Altíð hugaligt at renna saman við onkrum, og Pól er sanniliga áhugverdur, vit hava altíð nokk at práta um. Úti á rættini á Norðoyri møttu vit ikki minni áhugaverdum manni. Tá ið vit nærkast rættini síggja vit mann koma rennandi heimeftir, allarhelst verið úti á Núpi og vent, maðurin hevði gula húgvu, vit ivast í um tað kanska var Gutti, tí rennilagi var bara heilt ok, nú hann kemur nærri síggja vit at tað er eingin annar enn olivenoljusjeikurin Rógvi Joensen. Hann aftraði seg við at taka av innbjóðingin at renna saman við okkum heim í býin. Men tá ið vit skiltust við Betri Banka í Klaksvík, takkaði hann fyri eina hugnaliga løtu saman. Ein selfi bleiv tikin.

Mikudagin komu Veru og Tórfríð við mær til Havnar, tær høvdu ørindi í Havn, eg valdi at taka renniklæðir við, tí er roknaði út at hetta fór nokk at blíva ein drúgvur Havnatúrur. Eg avgreiddi ein farlek runt Havnina, 15 ferðir 1 minutt við ferð og 1 minutt við jog. Rættuliga nógvur vindur, men hóast tað ein fín venjing. Rann fram við Tórsbreyt, sum var púra tóm fyri fólk, annars er altíð fólk at síggja á Tórsbreyt, kanska veðrið spældi inn hendan dagin, tað var rættuliga nógvur vindur. Lítandi yvir Tórsbreyt, hugsaði eg um nær munnu vit í Klaksvík fáa eina slíka, gaman í so er okkurt á tekniborðini, men eg haldi at tað gongur alt ov seint. Tórsbreyt er eitt vælsignilsi, tað rokni eg við fleiri við mær munnu taka undir við, hon verður sera nógv brúkt, eg geri sjálvur mangan brúk av henni.

Ein breyt í Klaksvík má koma nú, vit mangla eisini ein fótbólts vøll, ein vøllur nøktar ikki tørvi. Tit hoyrdu Alta Gregersen siga frá hvussu vánaligur okkara verandi vøllur er. Hann er niðurslitin, og tað er í so máta positivt, tað merkir at vit veruliga hava brúk fyri einum vølli afturat.

Mín áheitan til okkara býráð er at fáa gongd at rennibreytini og nýggjan vøll nú. Eg eri vísur í at ein rennibreyt verður gagnlig fyri okkum øll her í norðoyggjum.

Hósdagin, ígjár rann eg 15 km, harav 12 km við marathon tempo, nakað sum líkist 4:15 – 4:20 pr km og tað gekk avbera gott, føldi meg ikki so troyttan aftaná. Rann í býnum, men tað hevði verið super at havt møguleika at runnið ein slíkan túr á breyt.

Í dag er tíbetur eingin venjing á skránni, veðrið er nokkso ófantaligt, tað verður kanska til ein stuttan túr í morgin, og so ein langan túr sunnudagin.

Apropos rennibreyt, leygardagin 14. maj 2011 segði hann okkum at hol var sett á, tá var hann varaborgarstjóri, nú er hann borgarstjóri, og enn er eingin rennibreyt komin. Tað sær út til at innandura spæliland verður raðfest hægri. Kunnu børn nú ikki spæla úti meira, tað er kanska tí so er vandi fyri at Ipaddar og smartfonir vera vátar. Fleiri spælipláss eru kring býin hví ikki dagføra tey og gera tey meira áhugaverd.

Sí innslag frá 2011

Nå, nú gleði eg meg at fara oman til babba at fáa mær ein góðan kaffimunn, saman við góðum vinum, sum altíð eru klárir til eitt gott prát.

 

Ein mánaði uttan ræstan fisk

Tað er hósdagur 5. Oktober, tað merkir at tað er júst ein mánaði til vit renna New York Marathon. Eg venji miðvíst, og venjingin gongur nokkso væl. Men enn havi eg ikki orduliga fingið stýr uppá mín kost. Eg royni at skikka mær væl, men tíverri eri eg so mega glaður fyri mat, at illa gongst at fáa vektina niður. Tó so, so er 1,5 kg minni at dragsa uppá síðani eg byrjaði venjingina, ætlaði at koma niður á 70 kg, tað merkir at eg má smida 1,5 kg afturat.

Í kvøld vóru vit boðin til ræstan fisk, og sjálvandi við pannukøkum omaná. Vit elska at verða boðin til døgurða hjá Jóhan Páll og Rutt ommidid, tey eru mega gott selskap.

So meðan eg rann 10 km við marathon tempo á renni bandi hjá Jórun hugsaði eg ikki um annað enn ræstan fisk. Huff, huff.

Tá ið eg byrjaði at venja til New York Marathon setti eg mær fyri at eg bert vildi renna 4 dagar um vikuna, og hóast tað við málinum at koma so tætt uppá 3 tímar sum gjørligt. Týsdag og mikudag renni eg forholdsvís róligt, alt eftir hvussu hørð venjingin hevur verið í vikuskiftinum, og hósdag er vanliga hørð venjing. T.d. intervallir. Í kvøld var tað at halda marathon tempo í 10 km, hitaði fyrst upp 2 km. Sunnudag er vanliga ein langur túrur á skránni, nú sunnudagin skal eg renna í 3 til 3½ tíma.

Hetta er næstseinasta harða vikan, og um alt gongur sum tað skal renni eg góðar 70 km hesa vikuna, og í næstu viku verður tað nakað tað sama. So verður tað niðurtrapping seinastu 3 vikurnar.

Venjingarstøðan er góð, men ivist tó aftaná venjingina í kvøld um tað røkkur til máli eg havi sett mær.

Eitt liggur so púra fæst, tað verður eingin ræstur fiskur á matarlepanum næstu vikurnar.

Tiptar æðrar ?

Klokkan er nakrar minuttir í sjey, eri júst vaknaður, havi ikki sovi tað heilt stóra í nátt, kanska er tað tí at eg svav nakrar tímar ígjár seinnapartin. Tað gekk illa at sovna í nátt, lá og vendi og dreygaði mær, klokkan tvey var eg ikki sovnaður.

Eg eri staddur á einum lítlum kamari á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Eri her saman við babba, sum skal kannast á ríkissjúkrahúsinum. Babba fekk eina stóra bypass skurðviðgerð á sumri í 2001, tá vórðu 3 æðrar skiftar. Tað ferðina kom hann aftur til Føroyar sum ein nýggjur maður.

Minnist væl tá hann á sinni kom heim aftur, fyltur við nýggjari orku, og við sær hevði hann góð ráð og áheitanir frá læknunum at leggja kostvanarnir um, og ikki minst at fáa venjing inn í gerandisdagin. Nú vit aftur vitja í Danmark kunnu tit nokk gita í hvønn mun ráðini frá læknunum eru vorðin fylgd.

Nå, men aftaná ein góðan rennitúr runt sjógvarnar og ein góðan morgunmat løgdu vit leiðina inn á ríkissjúkrahúsið til fyrireikandi samrøðu. Babba skal møta aftur í morgin klokkan 8:15 til kanning og møguliga viðgerð. Vit verða heintaðir longu klokkan 7:30. Um alt gongur gott so verða vit nógv klókari seinnapartin í morgin.

Góða nátt