1000 km higartil í ár

Markus í Norðnastovu plagar at siga frá fyri hvørja ferð teir hava fingið 100 tons niður í lastina, og gleðir hann seg tá til at njóta ein vælfortjentan ís. Seinast vit frættu frá Markusi og teimum umborð á Gadus, tók Markus skemtiliga til at nú manglaði bara ein Trille í fulla last. Stuttligt og hugaligt at fylgja við okkara siglandi fólk, sum enn fær okkum fólksins ogn til hølvdar 🙂 Gadus siglir heim við fullari last í løtuni.

Eg kann nú ikki breggja mær av tonsum, og lítil dugur hevði verið í mær á skipsdekki, men í dag kann eg tó siga at eg havi fingið lagt 1000 km afturum higartil í ár. Samanborið við somu tíð seinasta ár, so hevði eg bert fingið 803 km í beinini, og tá er langi túrurin til Havnar íroknaður. So standurin er nakað væl betur enn í fjør, tó so má eg viðganga at hálvtannað kilo hevur snýkt seg uppá kroppin, í so máta skuldi man trú at hvørjir 100 km vórðu hátíðarhildnir við ísi. Men tað er nokk eingin loyna at maðurin letur seg alt ov ofta freista.

Nå men nú leygardagin kl. 5 verður fari av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygnum. Í fjør rann eg til Havnar, nú ætli eg mær at renna til hús aftur. Eg haldi meg vera til reiðar, og eri eg sera takksamur fyri at Pól Sundskarð tekur túrin saman við mær aftur í ár.

Um tú vil stuðla tiltakinum, har allur peningurin fer til arbeiði hjá Alzheimerfelagnum, so er at trýsta á knøttin her undir ella ovast á siðuni.
Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Speak Your Mind

*